»Navnið spillir ongan mann,« siga vit.
Um tað er eftirfarandi, er nærliggjandi at spyrja: Hvørji nøvn hava so spilt okkara móðurmál? Jacob, Nicolai, Richard, Osvald, Jens Christian, Mads, Poul? Tað ber ikki til, at tey eru orsøk til málspillu. Hesi nøvn finnast millum tey frægu í okkara mentanar- og málsøgu.
Og so teir donsku prestarnir? Jamen, eru tað ikki júst teir, sum góvu okkum europeiska mentan, ta mentan, sum gjørdi føroyingin til føroying? Vit kunnu nevna nøkur nøvn, sum løgdu rygg til: Gamli Grundtvig, nógvir háskúlastjórar, sonur Grundtvig, Svend, sum tó ikki var prestur, Kingo, Brochmann, Ingemann, prestasonur, men ikki prestur, Jørgen Landt, Emil Bruun, Gudmund Bruun, Faulenborg (lesið bókaverkið hjá Hanusi Andreassen (nú Kamban) um Janus Djurhuus II, síðu 73). Ella Peter Børresen í Det gode håb hjá William Heinesen.
Tær gomlu kirkjubøkurnar (og kirkjubøkur yvirhøvur) mugu vit umsita bæði væl og virðiliga.