– Eg vil fegin orsaka fyri, at eg ikki náddi at halda setunarrøðuna til Mentanarnáttina í gjár, skrivar hann á Facebook í morgun.
– Eg var fór naivur at halda, at eg náddi ein túr áútoyggj og heim aftur áðrenn kl. 18, skrivar hann og harmast.
Niðanfyri prenta vit røðuna, sum Bárður Dal Christian skuldi halda:
»Góðu tit øll.
Gleðiliga mentunnarnátt.
Hvat er tað ikki fantastastisk, at vit øll eru samd um, at mentan er nakað vit velja at hátíðarhalda. Ja, næstan á sama støði sum Ólavsøkan.
Tað skal nakað serstakt til at fáa so nógvar borgarar oman í býin í senn. Og so er tað hvørki HM í fótbólti ella X factor á stórskíggja.
Nei, í kvøld er tað mentunnarlívið, ið vit klappa og skála fyri.
Vit hátíðarhalda mentanina, kulturlívið, tónleikin, sjónleikin, listina og alt har ímillum.
##med2##
Men hvat er mentan?
Tað kann vera ringt merkja og smakka uppá, men onkursvegna skapar hon okkum og okkara samleika.
Mentalt og fysiskt.
Tað er okkara umhvørvið, býurin, nátturan, báturin, heimið.
Tað er tað, vit nýta, tá vit royna at definera okkum.
Samveran okkara millum, málið, siðvenjan, maturin.
Søgurnar, sagnirnar, sangurin.
Troyggjan, pulshosunar, durasnapsurin, køkurnar.
Vit ansa eftir hvørjum ørðum. Vit hava áhuga fyri hvørjum øðrum. Og vit kenna hvønn annan.
Slagið, eftirnavnið.
Tað er hugflogið og listin.
Myndirnar, mynstrini, musikkurin.
Og hvat kann listin?
##med3##
Listin nýtist hvørki at vera arrogangt, høg í hattinum ella ekskluderandi.
Heldur er hon innbjóðandi, óvæntað og umfevnandi.
Listin kann eisini vera í egnahædd við áskoðaran.
Og tú nýtist hvørki at pynta teg, sminka teg ella gera tær serligan ómak.
Faktiskt kanst tú bara traðka út á gøtuna, tendra plátuna ella lesa bókina akkurát sum tú ert.
Listin hoyrir ikki bara heima á søvnum, stovnum ella fínum stovum, men allastaðinis.
Ja stutt sagt, so er mentan og list ein øgiliga stórur partur av okkum. Bæði sum einstaklingar og sum fjøld.
Og vit hava eina sterka, evnaríka og livandi mentan, men hettar er ikki nakað, ið er komið av tilvild.
Vit standa á herðunum á teimun, ið løgdu grundvøllin fyri okkum.
Tí eldsálir, ja, eldsálinar hava nógv rós uppiborið.
##med4##
Hettar eru tey, ið treisk halda á hóast viðurskiftini til tíðir gerast truppul. Tey arbeiða fyri heildarmyndina, og ikki løtuvinningin.
Tey insistera upp á tað, tey gera. Tey hava eina visión.
Nógv eisini eina missión. Tey eru savnandi, og tey eru greið yvir hvønn fyrimunn felagskapurin hevur.
Tey ganga fremst, bæði tá Keynes svimur høgt men sanniliga eisini, tá sveiggið fer niðurum. Oftast er tað tey, ið merkja konjukturin fyrst, tá hann dalar.
Men hettar er teirra lív.
Teirra kall.
##med5##
Og hvat høvdu vit gjørt uttan tey?
So hvar vóru vit um Kristian Blak og TUTL ikki útgóvu guð og hvønn mann.
Hevði Eivør verið til?
Hevði Teitur?
Hevði TÝR?
Høvdu vit havt ein so saftigan og vibrerandi tónleikapall, sum vit hava ídag?
Eg ivist.
Og hvat við kvøldskúlanum?
Høvdu vit nakrantíð fingið ein grafiskan verkstað, um tað ikki var fyri Jónu Rasmussen og hennara áhaldandi arbeiði, har hon hevur uppbyggt ein so stóran áhuga fyri grafikkinum?
Og Jan og Steinprent og alt tað umhvørvi, ið ferðast har ígjøgnum.
Eg fari ikki at standa her og namedroppa allar eldsálir í landinum, men tit kenna tey óivað, og tey kunnu vit vera óendaliga takksom fyri.
Tey inspirera og ríka okkum.
Meir enn vit kanska hugsa um. So geri líka tað.
Hugsi líka.
##med6##
Eg haldi at vit skylda teimun at bera kyndilin inn í framtíðini í teirra anda. Og vit listafólk skylda teimun, okkum og øllum at finna útav tí og ikki klandrast i klikum, men samstarva og lyfta hvønn annan upp.
Hettar sigi eg mest fyri at kunna tosa sindur meir um tað næsta eg havi á hjarta.
Prioriteringar.
Nú standa vit her, øll somul og gleðast um mentunnarlívið í kommununi.
Men hvussu er? Hvussu er standurin egentliga?
Eitt tónleika umhvørvið hevur so smátt fótað sær uppi í Hoydølum.
Við Finsens hava vit eina listahøll og umhvørvið mitt í býnum.
Vit hava eitt grafiskt verkstað.
Smærri verkstøð og felagsskapir byrja so smátt at spretta kring býin.
Jú hettar eru risa framstig.
Og vit eru øll sera, sera takksom.
Misskil meg ikki.
##med7##
Hettar er so ræðuliga nógv betri enn onki, men hettar kann gerast nógv betri. Og tað kann tað, um vit prioritera tað. Um vit geva okkum stundir til at hugsa okkum um. Lurta eftir hjartanum, fakfólkum og fornuftini.
Tí hettar kvøldið í kvøld er prógv fyri at vit vilja mentunarlívinum tað besta. Lat okkum gera okkum ómak fyri at geva mentunarlívinum enn betri karmar. Guð viti hvussu langt vit so koma.
Vit mugu taka okkum tíð til tað. Velja tað til. Seta Excel arkið á pausu eina løtu. Alt skal ikki koyrast við speedarinum í botni, tí tá hevur man minnst tamarhald. Ikki bara hugsa um tíð og pengar og vinning. Men lat okkum steðga á, og hugsa um hvussu vit fáa tað besta, burturúr hvørjum ørðum. Og reflektera.
Men hvussu ger man tað?
Eitt gott útgangsstøði er at læra av sínum misstøkum. Tí misstøk gera vit øll. Ofta.
Og tað skulu vit. Tað er tann besti mátin at læra uppá. Um man reflekterar, væl at merkja.
Seinasti árini er býurin nógv broyttur. Hettar gongur skjótt fyri seg, og sum eg segði í áðni, kann tað vera trupult at hava tamarhald á støðuni tá ið hon flytur seg so skjótt.
Eg skjóti upp, at vit definera nakrar spælireglur og nøkur kriterii fyri, hvussu vit ímynda okkum eitt gott lív. Ein arkitekturpolitik, ið vit kunnu nýta sum drejubók, at taka útgangssøði í og leita okkum hjálp tá ivamál eru. Eg eri vísur í at ímillum fakfólk er hettar nakað vit skjótt kunnu semjast um.
So nú mugu kommuninar taka í egnan barm, og syrgja fyri at menna ein arkitekturpolitik, ið kann virka langsiktað, og ikki bara 4 ár, men leggja ein góðan og sunnan gróðarbotn fyri komandi ættarlið, ið eisini ynskja tað góða lívið.
Hettar krevur tó eisini, at vit borgarar taka ábyrgd og krevja ávirkan. Vit vilja hava felagsøkir, ið bjóða inn til samanhald og samveru. Vit vilja hava nátturu. Kanska bilar skulu umhugsast í miðbýnum. Kanska vit skulu skipa miðbyin meir til menniskjur?
##med8##
Vit vilja koma hvørjum ørðum meira við.
Vit vilja ikki at nakar skal detta ímillum.
Vit vilja ikki at nakar skal liva í einsemi og tunglyndi.
Lívsgóðska skal vera fyri okkum øll.
Vit kunnu ikki bara liva í okkara egnu ostaklokkum og lata sum um, at alt fryd og gammen.
Vit skullu rúma øllum. Óansæð aldur, kyn, átrúðnað, vaccinur, pengar og húðarlit.
Tí mugu vit byggja skynsamt og hugsa listini við frá byrjanini, og ikki bara sum eftirfylgjandi pynt.
Hugsa okkum um.
Reflektera.
Skapa karmar um lív. Góðar karmar um lív.
Leingi livið listin, leingi livi Havnin og góða mentunnarnátt 2022
Takk fyri«
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##