Mentanar- og handilslívið ganga hond í hond í Klaksvík

Handlarnir og matstøðini gjørdu nógv burturúr í síðstu viku, tá ið tað var ókeypis at ferðast kring landið. Alt kókaði í Klaksvík, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar kommunu

- Hetta hevur verið sum Ólavsøka í Klaksvík í eina viku. Alt hevur kókað! Handlarnir og matstøðini hava gjørt nógv burturúr, og tunnilsskráin var framúr, sigur Marianna Poulsen frá Kringluni. Klaksvíkin hevur rættiliga sett seg á landakortið í síðstu viku. Nógv fólk hava verið og vitjað í Klaksvíkini. 57000 bilar hava koyrt ígjøgnum tunnilin, og nógv hevur verið hjá teimum vitjandi at fara til.

Handlarnir havt jólaviku
- Hetta her hevur verið sum á jólum, sigur Hilmar Danielsen frá El-In. Nógv fólk hava verið á gólvinum, og sølan hevur verið betri enn væntað. El-In er akkurát farið í nýggj høli, so tað hevur kanska eisini drigið fólk inn at hyggja.
- Eg meti, at meira enn helvtin av kundunum hesa vikuna vóru avoyggjafólk, sigur Hilmar. Vit vóna, at vit hava givið fólki so góða tænastu, at vit hava vunnið okkum nakrar fastar kundar.
Marianna Poulsen frá bakarínum Kringlan sigur, at tað hevur verið nógv at gjørt tunnilsvikuna. - Tað hava allatíðina verið fólk á gólvinum, og úrslitið hevur verið nógv betri enn vit høvdu vónað. Tað hevði verið eitt gott hugskot, um tað varð frítt at ferðast kring landið av og á. Tað er gott fyri handlarnar, sigur Marianna.

Gott fyri okkara samleikakenslu
Dávur Winther heldur, at tað er ein styrki, at føroyingar ferðast kring landið. Hann heldur, at tað hevði verið eitt fínt hugskot, um tað var ókeypis at ferðast av og á.
- Eg var ein túr í Gásadali og í Suðuroynni í tunnilsvikuni, og har vóru nógvir norðoyingar. Tann ókeypis ferðingin ger, at føroyingar ferðast meira í sínum egna landi og tískil koma at kenna sítt egna land betri.
Handlarnir og ymisk samlingsstøð spenna seg veruliga út til eitt tílíkt tiltak. Handlarnir í Klaksvík hava veruliga satsað stórt. Nógvir nýggir handlar eru opnaðir, og summir eru farnir í nýggj høli. Vit mangla kanska eitt gott dansistað, men her kunnu vit vænta okkum okkurt i nærmastu framtíð, sigur Dávur Winther, sum tó ikki vil avdúka nakrar smálutir enn.
Nú síggja norðoyingar fram ímóti Norðoyastevnu og Summarfestivalinum. - Tað verður gjørt nógv burturúr, og okkurt serligt verður eisini á skránni, sigur Dávur Winther at enda.