Í kvøld verður fyrsta Føroyska Mentanarkvøld í summar í Sjónleikarhúsinum. Í ár leikstjórnar Jytte Joensen, og limir og børn í sjónleikarskúlanum hjá Havnar Sjónleikarfelag trína á pall. Dansifelagið í Havn stendur fyri føroyska dansinum, og Oddvør Skarðhamar borðreiðir við føroyskum ábiti
Eins og undanfarnu ár, verður trivið í rúgvuna av føroyskum skaldskapi.
Gamalt og nýtt - til gaman og álvara.
Føroysk Mentanarkvøld hava nú mong ár á baki. Tað byrjaði sum eitt tiltak í Norðurlandahúsinum, men hevur seinnu árini verið í Sjónleikarhúsinum.
Havnar Sjónleikarafelag fór undir hetta eftir avtalu við Tórshavnar Býráð, sum helt at tað var harmiligt um tiltakið datt niðurfyri.
Alt fleiri ferðafólk hava gjøgnum árini vitja Mentanarkvøldini, og hava verið hugtikin av framførslu, dansi og møguleikanum at smakka føroyskan mat.