Mentanarpolitikkur á breddan

Tann 14. og 15. juni, sum er leygardagin og sunnudagin, verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum í Havn, sum fer at snúgva seg um mentanarpolitikk í Norðurlondum. Fleiri áhugaverdir útlendskir gestir vera við

Leygarmorgunin verður lagt fyri við fyrilestrum hjá Peter Duelund og Eyðun Andreasen. Eftir middag fara Susanne Klausen, rithøvundur, at røða um smátjóðir og mentanarpolitikk. Micheal Russel, fyrrverandi andstøðuráðharri í Skotlandi, fer at røða um list og ferðavinnu. Arthur Watt frá listagrunninum í Hetlandi fer eisini at hava ein fyrilestur.
Patrick J. Murphy úr Írlandi fer at siga sína hugsan um sambandið millum list og ídnað. Hann hevur verið formaður í írska listaráðnum í trý ár, og hann var eisini nevndarlimur í fleiri ár.
Seinni fer Finn Therman Fredriksen at siga sína hugsan um myndlistina hjá Ingálvi av Reyni og Tróndi Patursson, og Kinna Poulsen fer at kommentera. Síðani fer Hannes Sigurðsson, stjóri í listasavninum á Akureyri, at tosa um, hvussu mentanarlig sambond kunnu knýtast í einum globaliseraðum heimi.
Leygarkvøldið verður so konsert í Listaskálanum, har Petra Iversen fer at syngja Kingosálmar í sambandi við 300 ára hátíðarhaldið hjá danska sálmaskaldinum.
Sunnudagin verður pallborðsfundur fyri og eftir middag við luttøku av bæði føroyingum og útlendingum.
Ráðstevnan, sum telur fleiri altjóða luttakarar, fer at viðgera myndlistina sum part av ferðavinnu og um hesir báðir tættir - myndlistin og ferðavinnan - kunnu samstarva og kanska leggja higartil ókendar lunnar undir staðbundnu listina, serliga í smáum samfeløgum.
Lise Lyck, lektari á danska Handilsháskúlanum, hevur givið tvær bøkur út um hetta evni, og fer eisini at gera sínar metingar á hesum økinum.
Á ráðstevnuni verður tosað á norðurlendskum og enskum, og tað kostar 500 krónur fyri hvønn luttakara.