Í fagrasta veðri leygardagin 5. apríl, varð vakra listasavnið, Kjarvalsstaðir, í Reykjavík karmur um stórfingna føroyska mentanarveitslu Hópur av fólki var komið á Kjarvalsstaðir hendan dagin og tiltakið byrjaði við at Aðalsteinn Ingólfsson, rithøvundi av stóru Mikines bókini, helt fyrilestur um listamannin og greiddi frá listarverkum hansara. Eftir hetta var ymiskt fyri børnini ? dukkusjónleikur, spøl og kapping, har Mikines-myndirnar vóru partur av spælinum.
Smyril Line, Atlantsflog saman við Flugfelag Islands og Færeyjaferðir vóru umboðaði við fólki, ið góvu faldarar og kunning um Føroyar sum ferðamál og hópur av fólki vísti hesum áhuga. Føroyska klædnafyritøkan Sirri var somuleiðis umboðað við modellum, sum gingu runt og sýndu føroysk klædnapløgg fram og handaðu faldarar til gestirnar.
Tá talt var upp eftir at síðstu gestirnir vóru farnir klokkan 18, varð greitt, at 1600 fólk høvdu vitjað Kjarvalsstaðir hendan dagin og talan var nærum um met fyri savnið. Fyrireikararnir vóru sjálvsagt sera væl nøgdir við teir nógvu gestirnar og kundu staðfesta, at hetta ber boð um stóran áhuga fyri føroyskari mentan í Íslandi.