Mentanarvikan er kjølfest í borgarunum

- Vit skulu lyfta mentanarliga gerandisdagin fram, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

- Mentanin, gerandisdagurin og vinnulívið hanga saman. Við mentanarvikuni ynskja vit at lyfta mentanarliga gerandisdagin fram. Mentanin er ein partur av fólkinum, sum býr og virkar her í Sunda kommunu, og tí er umráðandi, at vit hava hesa vikuna, afturat øðrum tiltøkum og mentanarligum arbeiði, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Sunda kommuna er samansett av 11 ymiskum bygdum, og Heðin Zachariasen heldur, at mentanarvikan spælir ein týdningarmiklan leiklut í samansjóðingini av teimum 11 bygdunum.

- Vit hava brúk fyri slíkum tiltøkum, sum samansjóða fólkið og bygdirnar. Hetta er eitt gott høvi hjá okkara borgarum at vitja hinar bygdirnar og læra fólkið í hinum bygdunum betri at kenna, sigur hann.

 

Heðin Zachariasen sigur, at hann gleðir seg til Staksdagin í Tjørnuvík.

- Staksdagurin er sum ein stevnudagur fyri Tjørnuvík og er sjálvandi fyrst og fremst fyri tjørnuvíkingar. Staksdagurin strekkir frá morgni til myrkurs og endar so við dansi, sum kanska strekkir út móti morgni aftur. Hann er hæddarpunktið í vikuni og vit leggja mentanarvikuna eftir honum, sigur hann.

 

- Fyrst og fremst gleðist eg um, at mentanarvikan hesi undanfarnu árini hevur havt so góða undirtøku. Hon er fyrst og fremst kjølfest í fólkinum, sum býr í kommununi, men nógv koma sjálvandi eisini aðrastaðni frá. Øll er sjálvandi vælkomin, men um hon ikki var grunnlagt í bygdunum, í fólkinum, so hevði einki grundarlag verið fyri at havt mentanarvikuna. Tað hevur hon tó verið, og hon hevur verið væl vitjað. Grundvøllurin, sum hon byggir á, er, at hon skal vera í bygdunum í kommunu, at fólkið skal skipa fyri henni og at hon skal vera ókeypis, sigur Heðin Zachariasen.

 

Mentanarvikan í Sunda kommunu er frá 8. til 17. septembur.