Mentanarvikuskifti í Mykinesi

Kunningarskivan á flogvøllinum skipar í hesum døgum fyri mentanarvikuskifti, sum er úrslit av samstarvi millum Kunningarskivuna, Kristianshús í Mykinesi og Sørvágs kommunu. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt tiltak í Mykinesi, og við eini sera fjølbroyttari skrá hava fyrireikararnir góðar vónir um stóra undirtøku.

Sambandið út í oynna er eingin forðing, tí bátur fer at sigla allan í morgin og sunnudagin. Tað er Silja Star, sum hevur boðið seg fram. Túrarnir eru úr Sørvági, og bátur siglir allan dagin. Best er at bíleggja pláss hjá Palla Lamhauge á tlf. 424155.

Í sambandi við mentanarvikuskiftið er møguleiki at bíleggja sær mat og bústað í Kristianshúsi á tlf nr. 212985.

Úr fjølbroyttu skránni kunnu nevnast felagssangur, føroyskur dansur, tónleikur og listaframsýning og fólkafundur, har Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndni halda røðu.

Millum teirra, sum framføra eitthvørt, kunnu nevnast Uni Debes, Jacobina Tórstún, Tey á Kamarinum, Maria Heinesen, Lív Reynheim, Tøkum Lætt. Birita Mohr fer at hugleiða um Jóhonnu Mariu Skylv Hansen og Bárður Jákupsson fer at halda fyrilestur um kenda listarmannin Sámal J. Mikines. Sunnudagin verður gudstænasta í kirkjuni, har Maria Heinesen spælir violin.

Skráin:

Kl. 15.00 Túrur við ferðaleiðara út á Hólmin

Kl. 16.00 Fólkafundur

Kl. 20.00 Fyrilestur um listamannin Mikines í Pakkhúsinum

Kl. 21.00 Framførsla við Lív Reinheim og vinkonum í Skúlabrekkuni

Kl. 21.30 Felagssangur

Kl. 23.30 Tónleikur í pakkhúsinum. Farið verður upp á gólv og aftaná er enskur dansur