Mentanin er besti vinnuligi ísbrótarin

- Brúkar tú mentanina sum slóðbrótara og flaggskip, tá tú ætlar at gera vart við teg uttanlands, hevur tú nógv, nógv størri møguleika fyri at vekja ans og vælvild. Mentanin hevur tann eginleika, at hon kann skapa hugtakandi upplivingar, sum vekja góðar kenslur og gera fólk meira opin og álitisfull, segði Elin Heinesen, stjóri í Samvit, tá hon setti Mentanarvikuna sunnudagin

Vinna og mentan

 

Tað var Elin Heinesen, stjóri í Samvit, sum setti Mentanarvikuna á torginum í Saltangará sunnudagin. Mentanarvika er sum kunnugt alla hesa vikuna í Runavíkar-økinum, samstundis sum vinnustevnan FaroExpo er í Ítróttarhøllini í Runavík og fyrilestrar í Kelduni í Skálafirði. Meðan Mentanarvikan varar frá sunnudegi 28. oktober til sunnudagin 4. november, er FaroExpo í dag og í morgin.

 

Bleytt og hart

Í setanarrøðu síni setti Elin Heinesen fyrst spurningin:

- Hvat hava vinna og mentan við hvørt annað at gera?

Hon helt fyri, at nógv verður tosað um bleyt og hørð virði í hesum tíðum, og ofta verður tað lagt fram, sum um tað útihýsir hvørjum øðrum.

- Skulu vit hava vegir og tunnlar, kunnu vit ikki eisini keypa fleiri ljóðføri til skúlarnar ella seta fleiri starvsfólk á barnagørðunum – ella umvent. Hetta er undarligur hugsunarháttur. Eg havi ongantíð rættiliga skilt, hví nøkur virði skulu verða kallað bleyt og onnur hørð? Hví býta vit tað upp soleiðis? Er tað bara fyri at kunna keglast um tað? Kóka vit tað niður, snýr tað seg so ikki bara um at skapa umstøður fyri øll at trívast í? Trívast vit øll ikki best, tá vit hava eitt ríkt umhvørvi og eina breiða viftu av øllum tilboðum til bæði menn og kvinnur, børn og ung og eldri – bæði góðar vegir og tunlar, góðar ansingarmøguleikar, góðar ítróttarhentleikar og góðar umstøður til undirhald og felagsskap. Alt hevur virði fyri øll og einki er meira ella minni týdningarmikið enn annað.

Elin setti eisini spurningin, um fólk hava hugsað um, hví tey uppliva nakað sum virðismikið.

- Hvat eru virði? Virði er tað, tú velir at síggja sum virði. Virði snúgva seg júst um, hvussu tú eitt nú upplivir, hvussu tú sansar, sært, hoyrir og smakkar. Tá tú heldur, at okkurt sær gott út - smakkar væl – ella ljóðar ordiliga gott – ella at okkurt bara gevur tær eina góða kenslu onkusvegna. Tað eru vit menniskju – okkara upplivingar, sum geva tingum virði.

 

Stórt vøruútboð

Hon helt, at fatanin av hesum samanhangi er vorðin heilt grundarleggjandi fyri at kunna gera seg galdandi vinnuliga í dag.

- Vøruúrvalið er so stórt í dag, og so nógvar vørur á marknaðinum eru so eins, at fólk kunnu í roynd og veru ikki meta um eina vøru bara eftir fysiskum eginleikum. Fólk meta og keypa fleiri og fleiri vørur eftir, hvussu tey “uppliva” vørurnar, og í hvørjum samanhangi, tey uppliva tær.

Hon helt, at vit eitt nú kunnu hugsa um, hví tær stóru fyritøkurnar úti í heimi – ja, sjálvt fyritøkur í so “hardcore” vinnum sum oljuvinnu ella bankavinnu – leggja so stóran dent á at skapa lekra sniðgeving ella góðar søgur um teirra vørur.

- Jú, sjálvandi tí tað er hetta, sum kundarnir ganga eftir.

Elin segði, at eisini hesar fyritøkur vita, at fólk keypa ikki vørur bara fyri at blíva heit ella mett. Tey keypa líka so nógv vørur fyri at keypa sær til góðar upplivingar, eina góða samvitsku, tey keypa sær ein identitet, ein samleika.

- Vit spyrja okkum sjálvi, um onnur fólk, sum okkum dámar væl, eisini keypa hesar vørur. Tey keypa sær okkurt, sum fær tey til at dáma seg sjálvi. Sær vøran gott út – ella rættari: Fær hon meg til at síggja gott út? Er tað ein “cool” merkivøra? Gevur hon mær prestigu? Hevur vøran eina áhugaverda søgu? Geri eg eina góða gerð við at keypa hana, er vøran vistfrøðilig – ella er talan um samhugakaffi?

Í røðu síni vísti Elin á, at fólk finnast, sum fegin keypa fartelefonir fyri tíggjutúsundatals krónur ella meir, sjálvt um tey kunnu fáa eina líka so dygdargóða fartelefon fyri fáar hundrað krónur. Bara tí tey halda, at tann dýra er “cool”, kanska tí hon er framleidd í fáum eintøkum og er hondgjørd.

 

Mentan er ísbrótari

Og Elin helt fram:

- Vit kunnu bara hugsa um listina, hvussu nógvan pening listarverk kunnu fara fyri, men sum í tilfari ikki eru verd eina promillu av tí, tey verða keypt fyri.

Hon helt, at um vit vilja tjena pening í Føroyum, mugu eisini vit duga at spinna tað, sum vit hava at bjóða, inn í søgur, sum hugtaka fólk og fáa tey til at tilleggja okkara vørum meira týdning ella meira virði, enn vøran í sær sjálvum ítøkiliga hevur.

Tað er her, at vit hava harðliga brúk fyri teimum kreativu – tí, sum mentanin hevur at bjóða.

- Hugsa bara um amerikanararnar. Teir fingu ikki heimsharradømi við at brúka ráa makt, hóast teir eisini hava roynt tað, tó ikki við serligum hepni. Nei, teir hava fingið heimsharradømi ígjøgnum tónleikin og filmarnar! Mentanin er tann allarbesti og munadyggasti ísbrótarin av øllum. Brúkar tú mentanina sum slóðbrótara og flaggskip, tá tú ætlar at gera vart við teg uttanlands, hevur tú nógv, nógv størri møguleika fyri at vekja ans og vælvild, tí mentanin hevur tann eginleika, at hon kann skapa hugtakandi upplivingar, sum vekja góðar kenslur og gera fólk meira opin og álitisfull.

Elin segði, at fleiri og fleiri gerast tilvitað um týdningin av mentanini fyri búskapin sum heild. Har mentanin er rík og mentanarligu tilboðini eru mong, trívast fólk betri. Tey gerast enn meira skapandi og uppfinnsom, og tað gagnar ofta vinnulívinum eisini.

 

Gjøgnum upplivingar

Hon segði, at list og mentan er í sær sjálvum blivin ein vøra, ein vinna og ein marknaður.

- Londini kring okkum arbeiða hart uppá at menna seg til at vera tey mest kreativu ella skapandi londini í Evropa, har mentanarlívið kann kappast á altjóða marknaðinum, og har stórir partar av vinnulívinum vilja vera kend fyri sínar skapandi ressursur, góðu søgur og gjøgnumførdu sniðgeving. Hetta er eitt dømi um, hvussu heimurin við sjeymílafetum er á veg inn í ein búskap, har størsta virðið og bestu forrætningarnar verða skaptar gjøgnum upplivingar – og har tað í størri og størri mun verður appellerað til kenslulív, lívsvirðir og samleika – við øðrum orðum til alt tað mentanarliga.

Og Elin helt fram:

- Mær er sagt, at upplivingarídnaðurin, tá vit hugsa um umsetning, er størsta vinna í heiminum – ja, frammanfyri hernaðar-, olju- og matvøruídnaðin! Her hugsi eg um undirhalds-, mentanar-, og ferðaídnaðin – alt, sum gevur fólki upplivingar. Bæði filmar, sjónvarp, tónleikur, bløð og fjølmiðlar í heila tikið eing og sjónleikarhús, listasøvn og onnur søvn, ferðaupplivingar, wellnessídnaður, caféir, matstovur, ítróttur, teldur, telduforrit og telduspøl, lotto ella happadráttir, leikutoy og merchandise, stuttleikaparkir og mangt annað.

Stjórin í Samvit heldur einki vera til hindurs fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu knýta mentan og vinnu meira saman og ‘uppfinna’ okkurt, sum kann vekja ans langt út um landoddarnar – okkurt, sum hevur við undirhald ella upplivingar at gera, okkurt spennandi ella stuttligt, góðar søgur, sum vit spinna vørur okkara inní, søgur sum hugtaka fólk.

- Tað er hetta, sum skapar umsetning, segði hon.

Elin legði aftrat, at vit eiga tilfeingið, sum er kreativa fólkið.

- Hugsa vit okkum um, hava vit í roynd og veru betri kort á hondini enn tey flestu, um vit leggja í at brúka tey. Tí, hetta landið er so íblásandi við síni fantastisku náttúru og skiftandi veðri, litum og ljósi. Hetta er kent fyri at ala fram kreativitet í fólkinum.

 

Vit eru kreativ

Hon helt, at tað neyvan finst nakað land í verðini, sum hevur so nógv listarfólk og gávurík kreativ fólk í mun til íbúgvaratalið sum í Føroyum.

- Her hugsi eg ikki bara um mentanarligan kreativitet, men um uppfinnsemi í heila tikið. Tað er jú ikki bara mentanin, sum hevur einkarrætt til kreativitet, men tað er kanska serliga í mentanini, at kreativitetur sum heild hevur góðar umstøður til at verða framaldur.

Elin segði, at júst hetta er okkara fyrimunur, men legði aftrat, at vit gagnnýta kanska ikki tær styrkirnar, vit hava, nóg væl. Ikki sum er.

- Um vit skulu lyfta føroyska vinnulívið, so tað í minsta lagi kemur á hædd við vinnulívið í londum, sum vit samanbera okkum við búskaparliga – og helst enn hægri, mugu eisini vit fáa tingini til at ganga upp í eina hægri eind - mentanina og vinnuna. Skulu vit fáa ta synergiina, sum kann koma burturúr hesum og sum ofta vísir seg at skapa búskaparligan vøkstur, mugu eisini vit virðismeta mentanina og geva teimum kreativu tær bestu umstøðurnar til at vera kreativ og virkin.

Hon segði, at vit mugu skilja, hvussu mentan og vinnulív kunnu fáa gagn av hvørjum øðrum og taka stig til at tengja saman skapandi – listarligt og handilsligt – forstáilsi meira.

- Vit mugu fáa mentanarlív og vinnulív til at draga somu línu til gagns fyri báðar partar. Hetta er avgjørt ein fyritreyt fyri at fáa ein sunnan búskap og trivnað fyri øll í samfelagnum. Hetta hevur týdning, eisini tá ið ræður um fiskivinnu, oljuvinnu ella bankavinnu, sum eisini kappast um kundarnar ígjøgnum at skapa sterkan samleika í fyritøkunum, eina mentan og eitt andlit úteftir, ið hugtekur kundarnar og sum tey kunnu sameina seg við.

 

Vinna og mentan

Elin Heinesen helt, at fólk í Runavíkar-økinum hava skilt nakað av hesum, tí tey hava valt at hava Mentanarviku, samstundis sum FaroeExpo fer fram.

- Tit tykjast at hava skilt, at mentan og vinna stuðla uppundir hvørt annað. Vónandi kann henda sínámillum virðingin eisini breiða seg til gerandisdagin her í økinum, so tað ikki bara hendir einaferð um árið, at vinna og mentan taka lógvatak saman, men at vit ikki gloyma – eisini dagliga – at geva teimum kreativu tær bestu umstøðurnar til at menna seg, tí tað vísir seg ofta seinni at koma tíggjufalt aftur, segði stjórin í Samvit, tá hon setti Mentanarvikuna.