Mercedes-Benz B - Compact Sports Tourer

Nú blanda Mercedes-Benz seg eisini upp í kappingina við smærri MPV-bilum við nýggja B-klassanum, sum júst nú er komin á marknaðin. Mercedes nevna bilin: Compact Sports Tourer (CTS)

Hevur man sagt A, má man eisini siga B. Soleiðis sær tað út nú Mercedes-Benz eru komnir við B-klassanum, sum í stødd er millum A- og C-klassan.

Fyrr vóru Mercedes persónbilarnir bert stórir luksus- og sportsbilar og í nógvum londum eisini hýruvognar, sum eru kendir fyri sína slitstyrki og góða brúktbilaprís.
Men seinnu árini eru teir eisini farnir at kappast í minni klassum. Eisini gera teir so nógv ymisk modell í so nógvum ymiskum klassum, at tað næstan bert eru tey serkønu, sum kenna øll modellini.

Nýggi Mercedes-Benz B er faktiskt ein størri útgáva av A-klassanum og er uppbygdur á sama hátt við t.d. tvørliggandi motori og sokallaðum sandwich dúrki, har motorur og girkassi deilvís eru goymd undir dúrkinum fyri ikki at taka pláss í kabinuni. Hóast dúrkið og setrini eru hægri uppi, er tyngdipunktið lágt, og bilurin ógvuliga stabilur at koyra.

Mercedes-Benz B er ein 5-persónabilur við 5 hurðum og elegantum og smartum designi, eisini innan við eini eyðkendari Mercedes kabinu og sera góðum beinplássi bæði framman og aftan. Viðførisrúmið er heilar 565 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað 2.245 litrar, ið má sigast at vera stórt í mun til støddina á bilinum.

Bilurin fæst í nógvum ymiskum útgávum og seks ymiskum motorum, tveimum CDI diesel og 4 bensinmotorum - allir við 4 sylindarum. Dieselmotorarnir hava ávikavist 109 og 140 hk, meðan bensinmotorarnir fáast frá 95 til 193 hk, sum er tann størsti við turbo. Teir minnu motorarnir hava 5- trins girkassa, meðan teir størru hava 6 gir. Annars fæst bilurin eisini við CVT-automatgirkassa.

Av standard útgerð kunnu vit nevna t.d. aktivar nakkastúttur framman, ávaringarskipan til lufttrýstið í dekkunum, klimaanlegg við støvfiltri og køling í handskarúminum, multifunktións-ratt, elektroniskt stabilitetsprogramm (ESP), bremsuassistent (BAS). Annars hevur hann allar tær innbygdu trygdarskipanirnar, sum eru í nýggjastu bilunum.

Hjá Ivan Johansen Bilum hava teir júst nú fingið ein væl útgjørdan Mercedes Benz B 170. Tann bilurin kostar kr.355.000-, annars byrja prísirnir við kr. 292.000,-.



Myndatekstur:

Mercedes-Benz B 170

Motorurin1,7 litur 4 syl. bensin 116 hk

0-100 km/t11,3 km/t

Bensinnýtsla14,7 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd427,0 cm
Breidd178,0 cm
Hædd160,0 cm
Eginvekt1.310 kg
Viðførisrúm565 litrar

Prísurkr. 316.000,-

SøluumboðIvan Johansen bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo