Týskið samveldiskanslarin, Angela Merkel, trýr uppá, at tað fer at eydnast teimum trimum flokkunum, sum samráðast um nýggja stjórn í Týsklandi, at finna semju um stjórnargrundarlagið. Men hon væntar tó trupular samráðingar.
– Eg trúgvi framvegis uppá, at vit fáa savnað allar endarnar, um vit gera okkum ómak, segði Angela Merkel undan samráðingarfundum um vikuskiftið millum konservativu kristiligu demokratar hennara, liberala flokkin FDP og umhvørvisflokkin Tey Grønu.
Nýggja stjórnin, sum er tann fyrsta í Týsklandi millum teir tríggjar flokkarnar á landsplani, verður væntandi skipað um nakrar vikur. Øll skulu finna semju um alt frá innflytarum, ES nýskipanum og veðurlagspolitikki.
Merkel sigur, at umboð fyri CDU og bayerska systirflokkin CSU næstu 10 dagarnar skulu samráðast við umboð fyri FDP og Tey Grønu.
Optimistiska fráboðanin frá Angelu Merkel er hin fyrsta, hon hevur boðað frá alment í langa tíð um samgonguna.
Ein samgonga millum hesar tríggjar flokkarnar verður rópt ein »Jamaica-samgonga«, har sipað verður til litirnar hjá flokkunum – svart, gult og grønt – sum eru somu litir sum í flagginum hjá Jamaica.
Samveldiskanslarin sigur at allir flokkar í samgonguni skulu hava sín samleika við í samstarvið, um tað skal gagna øllum landinum.
– CDU er í øllum førum sinnað til samstarv, sigur Merkel.
Takið hjá Merkel tykist verða viknað eftir valið til samveldistingið 24. september, har flokkur hennara misti vald. Afturgongdin hjá CDU gjørdist enn greiðari á landspartavalinum í Niedersachsen í síðsta mánaði.
/ritzau/dpa