Merkja einki til kreppu enn

Arbeiði er nóg mikið av, ungar familjur flyta til, nógv børn eru undir skúlaaldur og inntøkugrundarlagið hjá kommununi er støðugt. Sjálvt við einum manglandi undirsjóvartunli heldur Húsavíkar kommuna tørn í fólkatali, og borgarstjórin sær eina ljósa framtíð fyri kommununa

Húsavíkar kommuna umfatar bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes. Umleið 130 fólk búgva í teimum trimum bygdunum, harav trý fastbúgvandi á Skarvanesi.

Jákup Martin Sørensen er borgarstjóri í Húsavíkar kommunnu. Hann sigur, fólkatalið í kommununi er nøkurlunda støðugt við tað, at nakað av tilflyting er at viga upp móti teimum, sum leggjast frá.

Men kommunan hevur stórar ætlanir.

- Vit arbeiða við einari nýggjari bygdarætlan, sum umfatar eina útstykking við 20 nýggjum grundstykkjum. Eitt av hesum er longu umbiðið, meðan ein onnur umsókn er á veg, sigur Jákup Martin Sørensen.

Eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ein kemur til Húsavíkar, eru tvey nýggj hús, sum enn standa í gerð.

- Ja, tað eru 14 dagar síðani hitt seinna varð reist og tveir mánaðir síðani tað fyrra varð reist, so tað verður skjótt, at tey fara at flyta inn. Í báðum førum er talan um ungar familjur, sum seta búgv, so tað sær rættiliga hugaligt út, sigur borgarstjórin.

Kommunan er heldur ikki sør fyri arbeiðspláss, so eisini á tí økinum sær rættiliga ljóst út.

- Ja, vit hava fyrst og fremst Eysturbúgvan, sum hevur hoyrt til kommununa í eini 20 ár. Her í Húsavík hava vit eina frisørsalong, og so smíði eg sjálvur, og í Dali hava vit eitt snikkaravirki. Onkur annar er, sum smíðar nógv norðanfyri, so nakað av arbeiði er í kommununi, sigur Jákup Martin Sørensen.

 

Hava gjørt kampingpláss

Tað er eisini nakað av felagslívi í kommununi, og bæði í Húsavík og í Dali hava tey bygdarhús.

- Tað passar. Og tað er eisini byrjað at koma fleiri fólk hendan vegin um sumrarnar. Vit hava gjørt kampingpláss, bæði í Húsavík og í Dali, og tað sær hampiligt út við tí. Vit vóna, at tað fer at vinda upp á seg í summar, sigur Jákup Martin Sørensen.

Enn er hetta við kampingplássunum rættiliga nýtt.

- Vit byrjaðu í juli mánað í fjør, og vit høvdu einari fimm vitjanir her í Húsavík, men í Dali er plássið rættiliga væl vitjað, sigur Jákup Martin Sørensen.

Hann sigur, at nakað av ferðafólki kemur í oynna, men har í kommununi dúva tey meiri upp á skúlaflokkar, sum koma á vitjan í ungmanafelagshúsinum eins og familjur, sum koma suður at ferðast.

- Tað eru nokk so nógvir skúlaflokkar sum koma, eins og størri familjubólkar. Til kampingplássini hevur tað higartil mest verið føroyingar, sum koma á vitjan, sigur Jákup Martin Sørensen.

 

Undirsjóvartunnil avgerandi

Men tað er ikki bert í Húsavík, at kommunan arbeiðir við nýggjari útstykking.

- Í Dali er eitt grundstykki klárt at byggja á, men har arbeiða vit eisini við einari nýggjari útstykking, sum skal umfata fimm grundstykkir, sigur borgarstjórin.

Útstykkingin í Dali verður gjørd um somu tíð, sum stóra útstykkingin í Húsavík verður gjørd.

- Hartil skjulu vit gera eina útstykking til summarhús bæði í Húsavík og í Dali, umframt eitt ídnaðarøki at vísa á í Húsavík eisini, sigur Jákup Martin Sørensen.

Men allur aktiviteturin í Húsavíkar kommunu í samband við útstykking av nýggjum grundstykkjum kom ikki av ongum.

- Nei, tað var nógva tosið um undirsjóvartunnilin, sum av álvara setti hetta arbeiðið í gongd. Tá tað var væntandi, at tunnilin kom, bleiv eisini roknað við einari stórari tilflyting, og tí vildi man verða klárur at taka ímóti. Tey, sum byggja nú, dúva ikki beinleiðis upp á undirsjóvartunnilin, sigur Jákup Martin Sørensen.

Hann sigur, at tey, sum nú seta búgv, eru ungar familjur, sum vilja búgva í kommununi.

- Men kom undirsjóvartunnilin, høvdu uttan iva komi fleiri suður higar at búgva norðanífrá, heldur borgarstjórin.

 

Dalstunnilin má víkja

Hann heldur, at tað sær eitt sindur svart út fyri undirsjóvartunlinum beint í løtuni, men einaferð kemur hann.

- Í 2011 fer okkurt at henda, tað hava teir so lovað, og tað dúva vit upp á í løtuni. So fær man at síggja, hvussu tað verður, sigur Jákup Martin Sørensen.

Eins og aðrir sandoyingar er borgarstjórin í Húsavíkar kommunu ikki í iva um, hvønn týdning ein undirsjóvartunnil fer at hava fyri oynna.

- Hann fer at hava ómetaliga nógv at siga. Tá fer tú at sleppa til Havnar, tá tú vil, og ikki minst fara fólk at koma suður at búgva her. Tú verður heilt nær meginøkinum við einum undirsjóvartunli, sigur Jákup Martin Sørensen.

Men undirsjóvartunnilin er ikki einasta tunnilsverkætlan, sum upptekur fólk í Húsavíkar kommunu.

- Nei, ein tunnil er teknaður til Dals. Vegurin til Dals er vánaligur, har ríður grót oman so at siga hvønn dag, so tað vóna vit fer at henda. Men vit vóna at fáa undirsjóvartunnilin fyrst, tí vit hava ofrað Dalstunnilin fyri undirsjóvartunnilin. Men kemur hann ikki, mugu vit fáa Dalstunnilin fyrst, sigur Jákup Martin Sørensen.

 

Støðugt arbeiði

Sjálvur er borgarstjórin timburmaður og arbeiðir fyri seg sjálvan.

- Tað hevur verið nóg mikið at gjørt higartil, men tað er minkandi. Tó er altíð okkurt at gera, síðstu húsini eg smíðaði vórðu liðug fyri hálvum ári síðani, og eini onnur standa og bíða, so hjá mær hevur tað verið nokk at gjørt. Men sjálvandi, vit eru so nógvir um boðið, so tað verður helst for lítið til onkran, sigur Jákup Martin Sørensen.

Tað er fyri tað mesta á Sandoynni, at borgarstjórin í Húsavíkar kommunu hevur sítt arbeiði.

- Ja, tað er fyri tað mesta her suðuri. Men eg havi arbeitt nakað norðanfyri, mest fyri familju og tílíkt, sigur Jákup Martin Sørensen.

Tað er fyri tað mesta sethús, sum hann smíðar.

- Ja, tað er bæði nýbygging og umvæling. Eg havi eitt nú eisini umvælt gróthús, so tað er alt møguligt, sigur Jákup Martin Sørensen.

Hann sigur, at tað sum heild ikki stendur so illa til við arbeiði á Sandoynni fyri tíðina.

- Tað er sjálvandi fyrst og fremst flakavirkið í Skopun. Har arbeiðir nokk so fitt av fólki, og tað hevur verið rættiliga støðugt arbeiði. Men tað eru eisini nógv, sum arbeiða norðanfyri og ferðast ímillum hvønn dag, og tað gevur eitt rættiliga gott íkast, sigur borgarstjórin.

Í Húsavíkar kommunu eru eisini arbeiðspláss í heimarøktini, nakrir pedagogar eru og so sjálvandi sjómenn, sum sigla úti ella undir Føroyum. Nøkur arbeiða eisini fast á flakavirkinum í Skopun.

 

Samanlegging og samstarv

Ein annar spurningur, sum er næstan líka týdningarmikil sum undirsjóvartunnilin, men kanska ikki upptekur fólk í sama mun, er spurningurin um samanlegging av kommununum. Og tað er nakað, sum hevur verið uppi og vent í Húsavíkar kommunu.

- Jú, vit hava tosað um tað. Vit duga at síggja, at tað fer ikki at rigga, tá alt verður lagt út á kommunurnar, at standa einsamallur. Men vit mugu fyrst gerast samdir her suðuri, áðrenn vit fara at hugsa um at leggja saman við øðrum, sigur Jákup Martin Sørensen.

Tað er kortini ikki nakað írøkiligt gjørt á hesum økinum, men kommunurnar samstarva framman undan í ein ávísan mun.

- Vit eru saman um Meginskúlan, eins og vit hava eina felags barnavernd, sigur Jákup Martin Sørensen.

Eisini hava kommunurnar verið saman um dagtilhaldið fyri eldri, sum Sands kommuna hevur lagt hølir til, og eisini úr Húsavíkar kommunu hava tey gjørt brúk av hesum tilboðnum, sum nú kortini er ivasamt, eftir at landið strikaði sín fíggjarliga stuðul til dagtilhaldini.

- Vit hava havt einar seks brúkarar, sum hava nýtt hetta tilboðið og verið við, hvørja ferð tilhaldið er opið. Tað er ógvuliga gott hjá teimum at sleppa til Sands av og á, heldur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu.

Teir hava játtað at bera sín part av kostnaðinum at hava dagtilhaldið framhaldandi opið, men tað krevur, at allar kommunurnar standa sama á økinum.

 

Ljós framtíð

Men eisini innan ansingarøkið er samstarv millum kommunurnar.

- Vit hava fýra børn gangandi í barnagarðinum á Sandi og eitt í Skopun, og tað riggar stak væl, sigur Jákup Martin Sørensen.

Kommunan hevur barnaskúlar bæði í Húsavík og í Dali.

- Í Dali ganga tvey børn í skúla, meðan skúlin í Húsavík stendur tómur. Vit hava eitt barn í skúlaaldri í bygdini, men tað gongur í skúla í Skopun, sigur Jákup Martin Sørensen.

Hann sigur, at um eitt ár fara tvey børn í skúla í Húsavík, og tá verður bert hitt eina í Dali.

- Men eg veit ikki, hvussu tað verður tá, um hesi børnini fara í skúla her í Húsavík ella á Sandi. Tað er upp til foreldrini at taka støðu til, sigur Jákup Martin Sørensen.

Viðvíkjandi inntøkunum hjá kommununi hava tey ikki merkt nakað til versnandi tíðir.

- Nei, tað hava vit ikki. Inntøkurnar hava verið støðugar higartil. Tað eru mest sjómenn sum leggja til, og teir eru allir í vinnu enn, sigur Jákup Martin Sørensen.

Hann heldur tí sum heild, at tað sær ikki so galið út hjá Húsavíkar kommunu hvat framtíðini viðvíkur.

- Tað sær heilt gott út beint nú. Vit hava fleiri børn undir skúlaaldur, so tað er ikki so galið. Vit skulu bara syrgja fyri, at umstøðurnar eru nøktandi við barnagarði og øllum tí, sum krevst, sigur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu.