Merkonom-útbúgvingin broytist

.

Merkonomútbúgvingin er ein donsk útbúgving, sum hevur 35 ár á baki. Í dag eru 16 linjur innan hesa útbúgving. Í Føroyum hava fólk kunnað tikið hesar linjur: Fyriskipan, Informatikk, Marknaðarførslu, Starvsfólkafyrisiting, Fígging, Roknskap og Grannskoðan.


Frá august 1998 verður talið á merknomlinjum lækkað úr 16 niður í 7.

Tvær av gomlu linjunum glíða út, sjey verða beinleiðis avloystar av nýggjum linjum, og sjey verða partvís avloystar av nýggjum linjum.


Tær nýggju linjurnar verða hesar:


Fyrisiting, Innovatión, Altjóða handil, Logistikkur, Marknaðarførsla, Starvsfólkamenning og Búskaparstýring.


Hvør linja í nýggju skipanini er samanett av trimum 45 tíma felagslærugreinum, sum eru Leiðsla og samstarv, Virkisfyriskipan og Virkisbúskapur, tveimum 45 tíma serlærugreinum, einar 45 tíma vallærugrein og einar 90 tíma serlærugrein (við verkætlan).


Í skúlaárinum 1997/98 er merkonomútbúgvingin óbroytt, men frá august 1998 verður bara undirvíst í teimum nýggju lærugreinunum. Ein av broytingunum er, at lærugreinirnar verða 45 tíma lærugreinir uttan linjulærugreinirnar, sum verða 90 tíma lærugreinir. Eftir verandi skipan eru allar lærugreinir 60 tíma lærugreinir.


Skiftið frá gomlu til nýggju skipanina veður eftir hesum reglum:


1. Allar gamlar 60 tíma lærugreinir í gomlu skipanini kunnu fyribils brúkast sum ein partur av einari linju í nýggju skipanini, nakrar tó einans sum vallærugreinir.


2. Lesandi, sum eru í ferð við eina linju, sum beinleiðis verður avloyst av einari nýggjari linju, kunnu frá august 1998 halda fram á tí nýggju linjuni. Lesandi, sum eru í ferð við eina linju, sum ikki verður beinleiðis avloyst av einari nýggjari linju, hava í 1997/98 møguleikan at taka tær lærugreinir, sum halda uppat, og gamla linjan kann fullfíggjast í 1998/99 við lærugreinum á nýggju linjunum.


Eru spurningar um skiftið frá gomlu til nýggju skipanina, ber til at venda sær til Føroya Handilsskúla.