Meslingaútbrot í Evropa

Foreldur velja, í størri mun, ikki at koppseta børn síni. Fleiri tilfeldi av meslingum eru nú staðfest í landsynningspartinum av Evropa.

 

 

Sambært BT eru fleiri enn 3000 tilburðir staðfestir í Rumenia, herav 17 eru deyð av sjúkuni. Í Italia hava 240 fingið staðfest meslingar í januar mánaði í ár. Extra Blaðið skrivar, at sjúkan eisini er staðfest í Danmark. 

 

 

- Tað er serstakliga ørkymlandi, at tilburðir av meslingum eru vaksandi í Evropa. Soleiðis sum vit ferðast í millum lond í dag eru ongi fólk ella lond uttan fyri smittuvanda. Tilburðir fara at halda á í Evropa, eins og aðrastaðni, inntil øll lond røkka tí støði av immuniteti, sum tørvur er á, fyri heilt og fult at verja íbúgvararnar, sigur Dr Zsuzsanna Jakab, økisleiðari fyri WHO í Evropa á heimasíðuni.

 

 

Myndin er tilvildarlig