Messi kostar nú 1,8 milliardir krónur

Heimsins besti fótbóltsspælari hevur longt sáttmálan við Barcelona. Vilt tú hava Lionel Messi, so kostar hann nú 1,8 milliardir krónur.

 

Lionel Messi er júst á fjórða sinni kosin til ársins spælara, og í gjár skrivaði hann nýggjan sáttmála við katalanska stórfelagið, FC Barcelona. Sáttmálan er galdandi fram til 2018, tá argentinski bóltsnillingurin verður 31 ára gamal.

 

Spanski miðlar siga seg vita, at tann nú 25 ára gamli Lionel Messi fær áleið 90 milliónir krónur um árið í løn.

 

Í Spania er krav, at hvør spælari skal hava ein prís í sáttmálanum, sum onnur kunnu keypa spælaran fyri, uttan at felagið kann nokta honum at fara. Hesar upphæddirnar samsvara mangan ikki við veruliga virðið á spælaranum á keypsmarknaðinum.

 

Prísurin á Lionel Messi er settur á 1,8 milliard krónur. Tað er áleið eina milliard krónur meiri enn Real Madrid keypti Cristiano Ronaldo fyri frá Manchester United, sum framvegis er met. So er spurningurin um tað er onkur har úti, ið hevur í sinni at bjóða 1,8 milliard krónur fyri Lionel Messi?