Lionel Messi er í løtuni meiri verdur fyri Barcelona, enn Cristiano Ronaldo er fyri Real Madrid. Tað vísa útrokningar hjá CIES Football Observatory. Her verður millum annað hugt eftir hvussu væl spælarin spælir, aldri, longd á sáttmála, úrslitum hjá bæði felagi og landi, umframt hvar á vøllinum teir spæla.
Her ber til at síggja topp 120 listan (Dailymail)
Lionel Messi er sambæt útrokningunum verður 1.740 milliónir krónur. Næstur á listanum er favoritturin at vinna FIFA Ballon d’Or, Cristiano Ronaldo. Hann er verdur 995 milliónir krónur. Tað vil siga yvir 700 milliónir krónur færri enn Lionel Messi.
Nummar trý á listanum er belgiski Chelsea spælarin, Eden Hazard, ið er verdur 739 milliónir krónur. Chelsea hevur flestar spælarar á topp listanum. Hinir eru Diego Costa og Cesc Fabregas, sum eru verdir avikvist 627 og 463 milliónir krónur.
Juventus, Manchester City, Liverpool og Arsenal hava hvør sín á topp 10, meðan Real Madrid umframt Cristiano Ronaldo, eisini hevur Gareth Bale á listanum. Á topp 100 listanum hevur Real Madrid flestar spælarar.
Topp 10:
1. Lionel Messi (Barcelona) 1.740 milliónir krónur
2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid) 995
3. Eden Hazard (Chelsea) 739
4. Diego Costa (Chelsea) 627
5. Paul Pogba (Juventus) 537
6. Sergio Aguero (Manchester City) 485
7. Raheem Sterling (Liverpool) 470
8. Cesc Fabregas (Chelsea) 463
9. Alexis Sanchez (Arsenal) 455
10. Gareth Bale (Real Madrid) 447