FC Barcelona vann í gjár 5-0 á Eibar. Lionel Messi skoraði fýra av málunum. Tað seinasta eftir upplegg frá Martin Braithwaite, sum fær góð skotsmál fyri sínar fyrstu minuttir í nýggja felagnum. FC Barcelona er oddalið, eftir at Real Madrid heldur óvæntað tapti 1-0 móti Levante.
Tað hevur verið sagt og skriva nógv um nýggjasta keyptið hjá FC Barcelona. Martin Braithwaite er ikki ein spælari, sum tú vanliga setur í samband við katalanska stórfelagið, men í vikuni bleiv hann keyptur við serloyvi fyri 135 milliónir krónur frá Laganes, tí spanskur fótbóltur loyvir tær at keypa, tá ein annar spælari er blivin langtíðarskaddur.
Á Camp Nou var Lionel Messi í hopla. Hann hevur ikki skorað í fýra dystum, men afturfyri skoraði hann hattrik í fyrra hálvleiki. Serliga tað fyrsta málið er avbera tekniskt og flott. Í seinna hálvleiki kom Martin Braithwaite og løtu seinni legði hann bóltin innfyri til ongan minni enn Lionel Messi, sum fyri aðru ferði í søguni skorar fýra mál móti Eibar.
##med2##
Lionel Messi var skjótur at takka Martini Braithwaite fyri uppleggið. Í skemti hevur danski landsliðspælarin sagt, at hann ikki ætlar at vaska troyggjuna, tí hann fekk klemm frá Lionel Messi í henni. Brasilski miðvallarin, Arthur, skoraði til úrslitið 5-0 heilt móti dystarenda.
Real tapti óvæntað
Um eina viku verður seinni “El Clasico” dysturin í hesum kappingarárinum. Tað er dysturin millum Real Madrid og FC Barcelona. Eftir ein heldur minni gott tíðarskeið við venjaraskifti, so er FC Barcelona nú oddalið undan toppuppgerðini.
Real Madrid tapti í gjárkvøldið heldur óvæntað á útivølli móti Levante. Gestirnir núr høvðusstaðnum høvdu fleiri møguleikar, men tíggju minuttir fyri tíð var tað Jose Morales, sum við vørkum máli avgjørdi dystin.
##med3##
Real Madrid hevur annars verið sannførandi ein stóran part av kappingarárinum, men hesa vikuna hevur liðið sett fimm stig til. Eisini bleiv Eden Hazard skaddur og tað kemur illa við. Hann hevur sitið uttanfyri ein stóran part av kappingarárinum.
Bæði Real Madrid og FC Barcelona skulu spæla í Champions League í vikuni. FC Barcelona er á vitjan í Napoli týskvøldið, meðan Real Madrid fær vitjan av Manchester City mikukvøldið.
Stigatalvan: (www.mbl.is)
1 | Barcelona | 25 | 17 | 4 | 4 | 62:29 | 55 |
2 | Real Madrid | 25 | 15 | 8 | 2 | 46:17 | 53 |
3 | Getafe | 24 | 12 | 6 | 6 | 36:22 | 42 |
4 | Real Sociedad | 24 | 12 | 4 | 8 | 42:31 | 40 |
5 | Atlético Madrid | 24 | 10 | 10 | 4 | 25:17 | 40 |
6 | Sevilla | 24 | 11 | 7 | 6 | 31:25 | 40 |
7 | Villarreal | 24 | 11 | 5 | 8 | 42:32 | 38 |
8 | Valencia | 25 | 10 | 8 | 7 | 35:37 | 38 |
9 | Granada | 24 | 10 | 3 | 11 | 29:31 | 33 |
10 | Levante | 25 | 10 | 2 | 13 | 31:36 | 32 |
11 | Athletic Bilbao | 24 | 7 | 10 | 7 | 23:20 | 31 |
12 | Osasuna | 24 | 7 | 10 | 7 | 31:32 | 31 |
13 | Real Betis | 25 | 7 | 9 | 9 | 35:40 | 30 |
14 | Alavés | 24 | 7 | 6 | 11 | 25:34 | 27 |
15 | Real Valladolid | 24 | 5 | 11 | 8 | 20:27 | 26 |
16 | Eibar | 24 | 6 | 6 | 12 | 22:37 | 24 |
17 | Celta Vigo | 25 | 5 | 9 | 11 | 22:34 | 24 |
18 | Mallorca | 25 | 6 | 4 | 15 | 26:42 | 22 |
19 | Leganés | 25 | 4 | 7 | 14 | 18:37 | 19 |
20 | Espanyol | 24 | 4 | 7 | 13 | 21:42 | 19 |