Diego Armando Maradona finnur framvegis vegin til yvirskriftirnar, tá um fótbóltsviðurskifti ræður. Legendariski 10’arin hjá Argentina finast nú at Lionel Messi, tí hesin skal vera ov sjálvsøkin. – Við hvørt spælir Messi bara fyri Messi. Hann heldur seg vera meira enn liðið. Tók hann Aguero ella Riquelme meira við í spælið, hevði hetta heilt víst bøtt um úrtøkuna, sigur Maradona um argentinska spælið, sum higar til bert hevur givið 13 stig í 8 undankappingardystum. Sjálvur sigur Messi tó, at hann er somikið vanur við, at Maradona hevur sína fatan av spælinum, at hetta als ikki fær hann at broyta spælistíl.