Messi rundaði tey 100 málini fyri Argentina

Lionel Messi skoraði hattrick í fyrra hálvleiki, tá Argentina vann 7-0 á Curacao

Lionel Messi heldur fram við at skriva søgu.

 

Ígjár gjørdist talan um tvær søguligar hendingar, tá Argentina vann 7-0 á karibiska oyggjalandinum, Curacao.

 

Curocao er eitt oyggjaland, ið hevur eina stjórnarskipan sum minnir um okkara. Curacao hoyrir til niðurlendska kongaríkið. Óannsæð stóra tapið hava curacansku leikararnir fingið eina uppliving fyri lívið.

 

Argentina var á odda 5-0 í steðginum, og tá hevði Messi longu skotið hattrick. Talan er um fyrsta hattrickið hjá Messi fyri Argentina, ið hann megnar at skjóta í einum hálvleiki.

 

Fyrsta málið Messi skoraði móti Curacao var hansara mál nummar 100 fyri Argentina. Messi hevur sostatt skotið 102 mál fyri Argentina.

 

Farna vikuskiftið vann Argentina 2-0 á Panama, og tá skoraði Messi sítt mál nummar 99 fyri Argentina.

 

Undan dystunum móti Panama og Curacao var HM-steypið víst fram fyri ovurfegnu argentinsku fjepparunum, ið ikki eru lendir enn aftaná HM-sigurin.