Messi svav við HM-steypinum

Ikki síðani Pelé vann fyrsta HM-steypið við Brasil í 1958 hevur nakar leikari verið so fegin um at vinna størsta eydnugripin í altjóða fótbólti

Gleðistár, uppreisn, endiliga viðurkendur av argentinska fólkinum. Eingin leikari hevur verið so fegin um at vinna HM-steypið, sum Lionel Messi. 

 

Ið hvussu er ikki síðani Pelé vann HM-steypið við Brasil í 1958. Í endurminningunum sínum hevur Pelé greitt frá, at hann minnist hvussu illa pápi hansara græt aftaná Brasil tapti avgerandi dystin fyri Uruguay á Maracana leikvølllinum í Rio í HM-endaspælinum í 1950. Pelé greiddi frá hvussu stór byrða fór av honum og øllum brasilska liðnum, tá teir vunnu 5-2 á Svøríki í HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi.

 

Lionel Messi var so fegin um HM-sigurin í Katar fyrradagin, at hann tók steypið við sær í seingina, og svav søtan svøvn við eydnugripinum.

 

Í dag vera Messi og liðfelagarnir stórliga fagnaðir av fótbóltsøra argentinska fólkinum. Í dag er almennur frídagur Argentina í samband við, at HM-steypið aftaná 36 ára fráveru er komið aftur til landið. Á føroyskum hevði dagurin helst itið: "Messi-messa".

 

##med2##

 

Messi og landsliðsvenjarin, Scaloni koma úr flogfarinum við HM-steypinum