Klokkan 16 í dag verður Oratoriið Messias hjá G. Fr. Händel framført í Vesturkirkjuni
Millum tey afturvendandi tónaverk, sum um hesa tíð fram móti jólum ljóma í kirkjum, samkomuhúsum og konserthøllum er oratoriið Oratoriið Messias, sum G. Fr. Händel festi á blað fyri meira enn hálvaritriðju øld síðan stendur á skránni. Framførsla var í Fríðrikskirkjuni í gjár og tann seinna verður í Vesturkirkjuni í Havn klokkan 16
Havnarkórið skipar fyri tiltakinum við stuðli frá øðrum kórsangarum í Havn, úr Klaksvík, Fuglafirði, av Eiði, úr Kvívík og úr Vestmanna, - tilsamans meira enn 70 úrvaldir sangarar. Musikkskúlalærarar og framkomnir musikkskúlanæmingar mynda 22-mannaða orkestrið, og teir fýra sangsolistarnir koma úr Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo og Wien.
Konsertmeistari er Nikolas Kapnas, og dirigentur er Ólavur á Heygum Hátún.