Mest av svartkalva í dag

Tann størra helvtin av tí, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var svartkalvi. Tonsini vóru 23, og prísurin var 19,96 krónur fyri kilo.

Umleið fimm tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 14,67 krónur í meðal og toskur III fyri 13,97 krónur. Góð trý tons vóru av longu, og meginparturin fór fyri 12,00 krónur kilo.

Nakað var av flatfiski frá trolbátum. Tungan fór fyri 21,78 krónur í meðal og reyðsprøkan fyri 11,55 krónur.

Tey 44 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri knappar 800.000 krónur.