Fiskamarknaðurin seldi í dag góð 63 tons fyri eina knappa millión krónur. Tað mesta var trolfiskur, og ein stórur triðingur var toskur. Toskur II fór fyri 17,28 krónur í meðal, toskur III fyri 16,62 krónur, og toskur III fekk meðalprísin 14,84 krónur fyri kilo.
Góð átta tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 11,35 krónur og hýsa III fyri 9,33 krónur, og átta tons av blálongu fingu meðalprísin 8,01 krónur fyri kilo.
Nakað var av longu, kongafiski og reyðsprøku. Longa II fór fyri 11,20 krónur, kongafiskur II fekk meðalprísin 12,60 krónur, og góð fýra tons av reyðsprøku fóru fyri 13,03 krónur í meðal fyri kilo.