Rættiliga nógv skip liggja í løtuni við Vestaru Bryggju í Havn, og á Skála eru eisini stóru uppsjóvarskipini Norðborg og Finnur Fríði, umframt línubáturin Mascot.
Tað er serliga síðan mánaðarskiftið november/ desember, at nógv hevur verið at gera hjá Mest í Havn og á Skála, har skipaumvælingar og ymiskar dagføringar eru gjørdar.
Í Runavík, har serliga verður arbeitt við rustfríum, hevur eisini verið nógv virksemi.
Fleiri handverkarar
Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sigur, at so nógv hevur verið at gera seinastu tíðina, at neyðugt hevur verið at taka fleiri handverkarar til arbeiðis.
- Fasti staburin hjá okkum hevur ligið millum 80-100 mans, men hesa seinastu tíðina hava fleiri enn 150 mans verið til arbeiðis í Havn, Skála og í Runavík.
Við Vestaru Bryggju í Havn liggja fleiri skip - alt frá stórum uppsjóvarskipum um trolarar til línubátar og smærri trolbátar.
Mourits sigur, at menn hjá skipasmiðjuni arbeiða umborð á at kalla øllum hesum skipum.
- Í flestu førum er talan um størri og smærri umvælingar og dagføringar, sum skulu verða lidnar við ársenda ella í byrjanini av nýggja árinum.
Skip á bedingini
Tá Sosialurin hugdi fram við á bedingini í Havn í gjár, stóðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst og djúpvatnstrolarin, Niels Pauli, uppi. Fleiri onnur skip hava eisini staðið á bedingini seinastu tíðina.
- Niels Pauli fer av aftur í dag, og sandpumparin Tinganes kemur tá upp á bedingina, segði Mourits, tá vit hittu hann í gjár.
Grønlendski trolarin Sisimiut liggur eisini við Vestaru Bryggju, og eisini her umborð arbeiða menn hjá Mest.
Eisini á Skála
Mouritz Mohr vísir á, at hjá Mest á Skála er stóra verksmiðjuskipið Norðborg í dokkini, Finnur Fríði liggur við bryggjuna, og á bedingini stendur línuskipið Mascot.
- Vit hava einar 50 mans til arbeiðis á Skála í løtuni, sigur hann.
Í virkseminum hjá Mest í Runavík, sum serliga arbeiðir við rustfríum stáli, starvast umleið 15 mans.
Mourits fegnast um alt tað virksemi, sum seinastu tíðina hevur verið kring um í Mest-fyritøkuni.
- Vit reka eitt slíkt virksemi, har trupult er at spáa um tað, sum liggur fyri framman, men vit eru takksamir fyri, at teir, ið eiga skipini, velja at lata Mest gera arbeiðini, sigur stjórin, Mouritz Mohr.