Mest sannlíkt at undirgrundarmarkið verður tað sama sum fiskimarkið

Enskur serfrøðingur heldur føroyingar vinna marknasak

? Soleiðis sum eg meti støðuna verður undirgrundarmarkið nakað sum líkist núverandi fiskimarkinum millum Føroyar og Bretland. Eitt undirgrundarmark, ið víkur nógv frá verandi fiskimarki hevði helst verið eitt stórt yvirraskilsi. Hetta sigur Martin Pratt, serfrøðingur í marknamálum við Sosialin. Herfyri helt hann áhugaverdan fyrilestur í London við heitinum »Whose oil is it anyway ? International Boundaries Disputes«

Í fyrilestrinum kom Martin Pratt, ið arbeiðir á University of Durham ? International Boundaries Research Unit ? (IBRU) inn á fleiri spurningar sum hava alstóran áhuga fyri føroyingar í okkara marknatrætu við Bretland. Landamark deildin á University of Durham er einasta av sínum slag í heiminum, og er viðurkend sum fremsti myndugleiki innan markaspurningar.


Olja og marknaspurningar

Í jørðini eru tað tilsamans umleið 310 altjóða landamørk. Av hesum eru fimti áhugaverd í oljusamhangi. Sum dømi kunnu nevnast londini við Norðsjógvin ? Noreg, Bretland, Týskland og Danmark.

Hugtakið um »landamørk« á havbotninum er lutvíst nýtt. Aftaná seinna heimsbardaga byrjaði oljuídnaðurin av álvara at umhugsa møguleikarnar við oljuvinnu á havinum. Síðani tá er tøknifrøðin vorðin betri hvørt ár og stórar oljukeldur funnar á djúpum vatni. Hetta hevur ført við sær, at tørvur hevur verið fyri at gera »landamørk« á havbotninum, so at strandalondini kunnu kanna sær náttúruríkidømi ið liggja á havbotninum. Norðsjógvurin er gott dømi um, hvussu strandalondini hava býtt náttúruríkidømi undir havbotninum.


Løgfrøði og havrættur

Sambart Sameindu Tjóða Havrætti (United Nations Law of the sea Convention »UNCLOS«) sum kom í gildi 1994 hava strandalond fult ræði yvir sjóøkinum út til 12 fjórðingar frá landi. Harafturat hava strandalond einkarætt at nýta náttúruríkidømi út til 200 fjórðingar úr landi. Er styttri enn 400 fjórðingar millum tvey strandalond verður tann tiltikna miðlinjan nýtt sum mark.


Oyggjar og landgrunnsmørk

UNCLOS kemur eisini inn á spurningin um oyggjar kunnu roknast uppí tá fiski og undirgrundarmørk skulu setast út í kortið. Niðurstøðan er, at oyggjar telja eins nógv og fastlond, tá mørk skulu leggjast. Tað eru tó nøkur ting, ið skulu uppfyllast, áðrenn ein oyggj kann vera roknað uppí, tá mørk skulu leggjast. Oyggjar ? drangar ið ikki kunnu føða fólk kunnu ikki teljast við tá fiski og undirgrundarmørk skulu leggjast. Hetta hevur ført við sær, at Bretland hevur slept kravi um at nýta Rockall í undirgrundar spurningum.


Fiski ? Undirgrundarmark

Martin Pratt kom eisini inn á fiskimørk og oljumørk. Miðskeiðis í 70-árunum samdust Føroyar og Bretland at nýta miðlinjuna sum fiskimark. Tað kann tí tykjast okkum føroyingum torskilt hví undirgrundarmarkið ikki kann vera tað sama sum fiskimarkið. Martin segði, at altjóða siðvenja hevur verið at fiskimørk og undirgrundarmørk fylgja hvørjum øðrum. Tað er tó ikki nøkur altjóða lóg ið sigur, at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast.


Undirgrundarsamarbeiðið

Tað eru fleiri dømi runt heimin, har lond eru vorðin samd um at samarbeiða viðvíkjandi oljuríkidømi. Sum dømi kunnu nevnast Noreg og Bretland. Í 1976 samdust londini bæði um at menna gas kelduna Frigg í felag. Hetta førdi við sær, at 60% av inntøkunum fara til Noreg og 40% fara til Bretland. Eisini kunnu lond semjast um at hava felags ræði yvir einum øki. Hetta er støðan í Reyða Havinum har Saudi Arabia og Sudan ráða í felag í økinum djúpri enn 1000 metur.

Lond kunnu eisini arbeiða saman um oljuríkidømi uttan at vera samd um undirgrundarmarkið landanna millum. Hetta er støðan í økinum rundan um Falklands oyggjarnar í suður-atlants havi. Her eru Bretland og Argentina vorðin samd um, at fremja kanning og útvinning av kolvetni hóast ongin semja er um undirgrundarmarkið. Hetta kundi verið ein gongd leið í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland.


Samandráttur

Sambart Martin Pratt er altjóða siðvenja at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast. Spurdur um marknatrætuna millum Bretland og Føroyar segði Martin, at mest sannlíka úrslit er, at undirgrundarmarkið verður tað sama sum núverandi fiskimarkið.



Samrøða við

Martin Pratt

Fríggjadagin tann 13. februar tosaði Sosialurin við Martin Pratt.

? Hvat heldur tú undirgrundarmarkið millum Føroyar og Bretland verður?

? Tað er altíð sera torført at spáa um úrslitið av samráðingunum, men sum eg síggi støðuna, so verður undirgrundarmarkið nakað sum líkist núverandi fiskimarki landanna millum. Eitt undirgrundarmark, ið víkur nógv frá núverandi fiskimarkinum hevði verið eitt stórt yvirraskilsi.

? Hví verður undirgrundarmarkið tað sama sum fiskimarkið eftir tínari meting?

? Miðskeiðis í 70-árunum samdust Føroyar og Bretland um fiskimark landanna millum, og er tað miðlinjan landanna millum. Ein skal seta sær spurningin ? er nakað broytt síðani tá, ið ger, at undirgrundarmarkið ikki skal vera miðlinjan? Sjálvur haldi eg ikki. Runt heimin er siður, at fiski og undirgrundarmørk fylgjast, men tað er ikki nøkur lóg, ið sigur at so skal vera. Er semja komin um annað markið ? fiski ella undirgrundarmarkið, so verður hitt markið tað sama.

? Núverandi fiskimark millum Føroyar og Bretland er ein gentlemen avtala. Kanska skulu føroyingar stronkt á at fingið eina formella bindandi avtalu um fiskimark, og síðani nýta tað í samráðingunum um undirgrundarmarkið?

? Ja, tað hevði verið ein gongd leið. Eftir mínari meting, hevur tann bretska stjórnin verið ógvuliga drálandi í samráðingunum. Tað er í tøkum tíma, at bretar koma við nýggjum útspæli.

? Bretar hava ført fram, at av tí Suðuroyggin er so langt frá hinum oyggjunum skal hon ikki telja fult tá markið skal setast. Hvat heldur tú um tað støðuna?

? Føra bretar fram hatta sjónarmiðið gera teir sær sjálvum eina bjarnatænastu. Suðuroyggin er ikki nakar hólmur ? umleið 10% av føroya fólki býr har. Hyggur ein eftir oyggjunum, ið bretar rokna miðlinjuna eftir, so eru fleiri av teimum lítlar ? nærum hólmar. Til dømis býr ongin á St. Kilda.