Í mesta lagi 10.000

Tað munnu vera tey fægstu, sum ferðast við 75.000 krónum í reiðum peningi uppi á sær, men tey, sum ætla sær út í Evropa at ferðast, eiga í hvussu er at hugsa um, at tað er ikki loyvt at hava meiri enn 10.000 evrur ella 74.480 krónur uppi á sær. Hevur tú meiri í reiðum peningi, skalt tú siga tollvaldinum á staðnum frá. Brot á ta regluna kann hava við sær, at tollvaldið leggur hald á pengarnar, og tað kann vera óheppið.