RÆTTARMÁL
Tann 36 ára gamli maðurin, ið hesar dagar er í rættinum í sambandi við stóru og umfatandi ákæruna ímóti sær í tí nógv umrødda narkomálinum ? størsta málið í Føroya søgu av sínum slag.
Hóast ákæran er stór og umfatandi, so kann tað »í mesta lagi« gerast talan um eina fýra ára langa fongsulsrevsing, um hann verður funnin sekur.
Tað er ákærumyndugleikin, sum hevur avgjørt hetta. Vanligt er ikki, at ákærumyndugleikin roynir at fáa hægri revsingar, enn hann metir grundarlag er fyri. Tað framgongur í retsplejeloven, at tað í mesta lagi kann gerast talan um fýra ára straf við rættarmál, har nevnating er.
? Ved retten på Færøerne behandles i første instans de sager, i hvilke nævninger medvirker.
Stk. 2. Nævninger medvirker i:
sager, hvori der bliver spørgsmål om straf af fængsel i 4 år eller derover, for så vidt dette ikke er en følge af, at der bliver spørgsmål om fastsættelse af en fællesstraf efter reglerne i straffelovens §§ 40, stk. 1, og 61, stendur at lesa í paragraf 687í rættargangslógini.
Javnstillað
Tann ákærdi, ið talan er um, er ákærdur fyri at hava staðið fyri innflutningi og sølu av bæði hassj, kokain og amfetamin.
Tey bæði seinnu evnini eru serstakliga vandamikil evni, og geva hesi oftani rættiliga langa fongsulsrevsing. Í Danmark gevur kokain vanliga harðari revsing enn amfetamin, men í Føroyum verða hesi bæði vandamiklu evnini javnsett.
Rigsadvokaten hevur orðað rundskriv, har mælt verður til harðar revsingar í sambandi við mál við tílíkum dusandi evnum.
Tað ber tó ikki til at rokna út, hvussu stórur ein møguligur dómur kann gerast, tí tað er eingin regla fyri, hvussu nógvar dagar í fongsli eitt gram gevur. Tað eru einans orðaðar vegleiðandi reglur fyri hesum, men tað eru nógv fleiri ting, ið kunnu spæla inn í einum møguligum dómi.
Tað hevur eisini týdning, hvønn leiklut tann ákærdi hevur havt. At smugla rúsevnini er tað, ið gevur harðast straf. Tað er so eisini munur á, um tú hevur smuglað fyri tey sjálvandi ella »einans« verið eitt nú strámaður fyri onkran annan.
Nevnast kann, at smuglan av 117 g av kokain kann geva fongsulsrevsing í eitt ár. Í hesum umtalaða málinum verða eini 145 g av kokain nevnd í ákæruritinum, har tað mesta verður nevnt í sambandi við sølu.
Verður tann ákærdi dømdur fyri teir nøgdir, ið standa í ákæruritinum, so er eingin ivi um, at straffurin verður harður og verður tætt við tey fýra árini, men tað eru sum sagt nógvar umstøður, ið kunnu ávirka støðuna.