Rigobert Song leikti sítt fyrsta HM sum bara 17-ára gamal í 1994. Har spældi hann tveir dystir, ímóti Svøríki og Brasil. Í dystinum ímóti Brasil fekk Rigobert Song reytt kort og gjørdist harvið tann yngsti leikarin nakrantíð, at fáa reytt kort í einum HM endaspæli.
Fýra ár seinni, í HM endaspælinum í Frakland í 1998, var Rigobert Song aftur við landsliðnum. Aftur hesa ferð fekk hann eitt reytt kort og gjørdist sostatt tann fyrsti leikarin, sum hevur fingið reytt kort í tveimum fylgjandi HM endaspølum. Tað er bara ein annar leikari, ið hevur fingið reytt kort í tveimum ymiskum HM endaspølum, tað er franska legendan, Zinedine Zidane.
Umframt at spæla fyri Kamerun, so spældi Rigobert fyri millum annað Liverpool og West Ham í Onglandi og Galatasaray í Turkalandi. Hann er í dag 34-ára gamal og er sáttmála leysur. Hann spældi 138 landsdystir fyri Kamerun og skoraði fýra mál. Hann umboðaði Kamerun í HM 94, HM 98, HM 02 og HM 10.