Met í síðum hári

Tær báðar systrarnar Wivika og Sheila hava enn ikki roynt at sitið í stólinum í hárfríðkanarstovuni, hóast tær eru 11 og 13 ára gamlar. Tær eru ongantíð kliptar og nú eru tær á veg í metbøkurnar fyri sítt ómetaliga síða hár. Føroyska metbókin hevur váttað upptøku og so er bert at bíða eftir, hvat Guinnes metbókin sigur

Í Trongisvági búgva systrarnar Wivika og Sheila Tjaldrastein Strøm og tær hava eitt met, ið kanska er sjáldsamt. Eyðbjørg og Tórur Strøm hava nevniliga ta reglu heima við hús, at døtur teirra skulu ikki klippast, fyrr enn tær eru konfirmeraðar. Elsta døtturin, Eyðbritt, er 23 ár og hon hevði eisini langt hár, men nú er tað klipt.
 
Í metbøkurnar
Wivika er 13 ár og bíðar spent, til hon kanska skal klippast, men hon kann tó koma at bíða nakað enn. Tað er nevniliga so, at síða hárið eftir øllum at døma er met. Føroyska Metbókin, sum sigst koma út í ár, hevur játtað teimum upptøku og Eyðbritt hevur skrivað yngru systrarnar inn til Guinnes metbókina. Tað gjørdi hon ein dagin, hon sat á alnetinum og hugdi at metum og eftir øllum at døma er tað so, at Wivika og Sheila er systrarnar við síðasta hárinum í kongaríkinum. Men nú bíða tey spent í Trongisvági, um nakað verður at hoyra aftur frá heimskendu metbókini.
11 ára gamla Sheila hevur hár, ið er ein metur og 27 cm og 13 ára gamla Wivika hevur ein metur og 26cm.
Hetta er mált frá miðum høvdi og niður, men hvørt tað er rætti hátturin at taka mál,vita tey ikki í Trongisvági.
Systrarnar hava ongantíð verið hjá hárfríðkanarkvinnu, men hárendarnir eru snøggaðir av og á vegna slit.
Mamman, Eyðbjørg, slapp ikki sjálv at hava sítt hár tá hon var yngri, men hon metir vakrastu sjónina vera gentur við síðum hárið.
- Høvdu tær grátið um  høvuðpínu ella okkurt tílíkt, so høvdu vit sjálvandi klipt, men tað hevur ongantíð verið nakað, sigur Eyðbjørg, og tygara útsendi kann bert halda við í, at hárið er sera flott.
Í stovuni hongur hestahalin við hárinum hjá elstu systrini og væntandi koma tveir slíkir at hanga afturat, tá báðar tær yngru einaferð klippa sær.
 
 
Strævið
Men tað er ikki bara sum at siga tað, tá hárið gerst so sítt.
                      Tað skal pleygast og hvønn mogun má mamman flætta, og farast má tíðliga upp. Tað er mamman, sum flættar.
- Einaferð fekk pápi eina Barbidukku, sum hann skuldi venja seg at flætta, men tað gekk nokk ikki so væl, greiðir  Sheila frá, meðan hon í skemti leggur hárið fleiri ferðir kring hálsin eins og hálsturriklæð..
Í øllum førum er pápin givin við royndunum at flætta og tað er mamman, sum tekur sær av tí.
                      Tað kann vera trupult viðhvørt við so síðum hári, tí onkur má altíð vera til staðar, sum dugur at fáast við tað. Onkur av systrunum hevur t.d. onkutíð verið á ferð við ferðalag og er komin aftur, har hárið ikki er greitt í eina viku. Og tá sær tað ikki tespiligt út.
                      Tær yngru hava eisini verið uttanlandsferðir við Tvøroyrar Borðtennisfelag og hava í hesum høpi mong steyp at vísa á. Og hárið hevur ikki verið nøkur forðing.
                      Hinvegin er tað so í svimjitímunum í skúlanum, at tað tekur eitt sindur av tíð við so síðum hári.
- Tað er eitt stríð at vaska, so er tað balsam, og so seta upp í turban. Ofta siti eg ein tíma aftaná svimjitíman við handklæði á høvdinum, sigur Sheila.
- Tað er gott at vit eru sloppin so væl, at vit hava ikki havt lús, hóast tær av og á hava verið í umfari, eru Wivika og mamman samdar um.
- Tað eru fólk, sum koma við teimum løgnastu spurningum. T.d. um talan er um nakra serliga vitamin, sigur Eyðbjørg.
                      Og fólk venda sær við av og á fyri at síggja síða, flotta hárið. Tað er komið fyri, at onkur hevur havt hug at arga, men mest hava systrarnar fingið rós fyri flotta hárið og vinkonurnar hava eisini sagt, at tær fegnar vildu havt slíkt hár.
                      Og so er myndatøka á skránni og fyri myndamanninum verða flætturnar koyrdar upp eina løtu, fyri síðani at skula flættast aftur. Jú stríð er av, men vakurt er.
                      Og at so metbøkurnar vísa áhuga ger tað ikki verri, so nú bíða tey spent í Trongisvági, til føroyska Met bókin kemur út og til eitt møguligt svar kemur frá metbókini hjá Guinnes.