Tunnilsskot
Vágatunnilin:
Millum arbeiðsmenninar, sum fegnaðust um tað stórarbeiðið, sum nú er komið ígjøgnum, var Olaf Ellingsgaard av Eiði.
Hann hevur verið við til at bora umleið 30kilometrar av tunnli í Føroyum, og tað meta menn vera met hjá okkum.
Hann var við til at bora allar SEV tunnlarnar norðuri á Eiði, og nú hevur hann verið við at bora Vágatunnilin frá fyrsta degi.
?Tað næsta verður vónandi at fara undir Leirvíksfjørð, sigur hann.