Danski trummusláarin, Lars Ulrich, og hinir limir í amerikanska rokkbólkinum, Metallica, hava avgjørt at hava sín heilt egna tónleikafestival. Longu nú hava teir funnið fleiri nøvn, ið skulu spæla á festivalinum. Talan er um Arctic Monkeys, Modest Mouse og Gaslight Anthem. Sjálvur festivalurin skal eita »Orion Music + More fest«.
Vit hava havt ætlanir um hetta í fleiri ár. Ein tónleikafestivalur við ymsum tónleiki, stuttleika og spæli. Alt er komið upp á pláss, og vit eru ógvuliga fegnir um, at vit kunnu geva okkara fjepparum ein tílíkan festival. Hetta sigur Lars Ulrich við heimasíðuna, mtv.com.
Lars Ulrich váttar eisini, at Metallica eisini fer at spæla á festivalinum. Festivalurin verður í amerikanska býnum, Atlantic City, sum er í New Jersey.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð