Størsti handilin millum tvey donsk feløg gjørdist veruleiki, tá FC Midtjylland um vikuskiftið keypti 23 ára gamla Jonas Borrgin úr OB. Nøkur upphædd verður ikki upplýst, men donsku miðlarnir eru á einuim máli um, at talan er um methandil. Og samstundis verður sagt, at FCM við hesum veruliga hevur lyft seg eitt pláss upp í danska fótbóltshierarki’num. – Við hesum seta vit eisini handling handan orðini um, at vit vilja vera ein konstantur faktorur í toppinum av donskum fótbólti, sigur Thomas Thomasberg, høvuðsvenjari, í tíðindaskrivi, sum er sent donsku fjølmiðlunum.