Metið nógv at siga

Allan Mørkøre er bæði errin og fegin um, at hann nú eigur landsliðsmetið, men um dystin móti Sveis helt hann, at var heldur einsamallur í síðuni

Tann føroyski leikarin, sum tóktist at hava størstu trupulleikarnar í føroyska verjupartinum leygardagin, mundi vera Allan Mørkøre.

Allan fyrra hálvleik lá hann at kalla einsamallur í okkara høgra borði, meðan sveisararnir høvdu tveir mans í somu síðu, og hetta viðførdi sjálvsagt, at hann í nógvum førum kom í tvístøðu.


Miðjan sveik

Spurdur um hetta svaraði Allan, at hann kendi seg eisini rættiliga einsamallan har úti.

- Ætlanin var, at eg skuldi liggja aftan fyri miðvøllin, meðan Sámal, John, Julian og ØSsur skuldi vera á miðjuni. Hetta merkti so eisini, at eg skuldi taka nr. 8 hjá teimum, meðan miðvøllurin so skuldi taka teirra vinstra bakk, tá hann kom niðaneftir.

- Trupulleikin við hesum vóru tó tvinnir. maðurin, sum eg skuldi dekka dróg í fleiri førum inn móti miðvøllinum, og tí noyddist eg at fylgja við, og hetta gav rúm til bakkin. Tá so eingin á miðvøllinum tók sær av honum, tá hann kom niðaneftir, so mátti eg antin sleppa mínum manni, ella lata bakkin ganga leysan.

- Í seinna hálvleiki kundi tað sum so gera tað sama, tí tá noyddist eg eisini at draga inn í miðverjuna, so eg kundi fylla eitt sindur upp har inni. Tað viðførdi so eisini, at bakkurin hjá teimum kundi gera sum honum lysti, tá hann kom niðaneftir.

- Nakað annað er eisini, at verjan eftir mínum tykki lá ov langt afturi á vøllinum. Høvdu vit bara komið einar 10 metrar longur niðan á vøllin, høvdu vit kunna gjørt tað nógv truplari hjá sveisarunum at spæla.


Metið nógv at siga

Dysturin móti Sveis var annars dystur nummar 52 hjá Allani í landsliðsbúnanum, og tað er føroyskt met.

Spurdur hvussu nógvar dystir afturat, vit fáa frá hansara síðu, er hann eitt sindur ivasamari nú, enn hann áður hevur verið.

- Eg havi fyrr sagt, at tá eg verði 30 ár, so steðgi eg á landsliðnum. Nú verði eg 29 í vetur, og so er bara eitt ár eftir, um tað skal vera galdandi.

- Eg sigi tó framvegis, at um eg ikki eri nóg góður, tá eg eri 30, so steðgi eg, men klára eg framvegis at fylgja við til ta tíð, so spæli eg so leingi, sum eg sjálvur haldi, at eg megni at vera við. Klári eg so kanska at nærkast teimum 70 dystunum, verður tað helst eitt met, sum kemur at standa í langa tíð.

Sostatt er líkt til, at hetta við dystartalinum veruliga er nakað, sum hevur týdning hjá leikarunum, og Allan váttar eisini, at so er.

- Tað hevur øgiliga nógv at siga. At hava eitt met er altíð nakað serligt, og teir dystirnar, sum eg spæli í framtíðini seti eg met hvørja ferð, og tað eri eg sjálvandi fegin um.