Metingin: EB/Streymur

Størsti vandin hjá EB/Streymi er helst, um vónbrotið frá í fjør enn situr í huganum á spælarunum. Hetta kann forða fyri spæligleðini, sum til tíðir førdi til spruttandi undirhald í fjør. Megna teir at vinna á hesum, og verður hópurin ikki raktur ov nógv av skaðum og leikbannum, so kann væl vera, at árið í ár verður eins stuttligt, sum tað var í fjør, hjá bæði spælarum og viðhaldsfólkum.