Metingin: VB/Sumba

Tað verður helst enn einaferð í tyngra endanum, at VB/Sumba fer at stríðast. Í fjør sveiggjaðu avrikini serstakliga nógv, og fyrst og fremst eigur nýggi venjarin at fáa ein sterkari hugburð inn á liðið. VB hevur hartil havt góðar royndir við eysturlendskum venjarum, og megnar hesin eins væl sum Sivic og Popczynski at menna lið og spælarar, kann grundin til eina spakuliga uppreisn væl leggjast í ár. Men nógv meira enn sjálv grundin verður tað neyvan til.