Metini hjá Atla Dam verða ikki tikin

Atli Dam var uttan parlamentariskar royndir, tá ið hann fyrstu ferð gjørdist løgmaður, men sinniliga og likamliga styrkin og politiska tevið og viljin bóru við sær, at hann sat longri í løgmansembætinum enn nakar annar, og tað er lítið ella mest sum ikki sannlíkt, at metið nakrantíð fer at verða tikið

ATLI DAM OG POLITISKI LEIKLUTURIN


Atli Dam er tann, sum higartil hevur sitið longst í løgmansembætinum, síðani hetta embætið varð fingið inn aftur í føroyska politikkin. Tað varð tað, tá ið Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948. Síðani tá hava tíggju løgmenn staðið á odda fyri landsstýrinum. Jóannes Eidesgaard er tann ellinti løgmaðurin.
Eingin hevur sitið í løgmansembætinum í nánd av so langa tíð og harvið staðið á odda fyri so nógvum samgongum, sum Atli Dam hevur gjørt tað. Atli gjørdist fyrstu ferð løgmaður eftir løgtingsvalið í november 1970. Samgongan varð skipað 10. desember í 1970, og Atli Dam var løgmaður uttan slit til 5. januar í 1981. Hann tók við aftur 10. januar í 1985 og sat inntil 18. januar í 1989, og so varð hann aftur løgmaður frá 15. januar í 1991 og inntil 18. januar í 1993.
Tað vil við øðrum orðum siga, at Atli Dam var løgmaður í 16 ár ein mánað og sjey dagar. Næstlongstu tíðina í løgmansembætinum hevur Kristian Djurhuus átt. Hann var løgmaður í 10 ár ein mánað og seytjan dagar.
Í tey gott og væl sekstan árini, sum Atli Dam var løgmaður, stóð hann á odda fyri samgongusamráðingum eftir fimm val, og eina ferð skipaði hann tvær samgongur í einum valskeiði. Tá ið Atli Dam fyri síðstu ferð legði løgmansstarvið frá sær í januar í 1993, hevði hann verið samgonguleiðari hjá øllum flokkunum, sum høvdu verið umhoðaðir í løgtinginum í hansara tíðarskeiði í politikki.
Skoðsmálið, sum Atli Dam hevur fingið frá teimum, sum hava samstarvað við hann, hevur verið, at hann var stinnur og álitiðfullur stjórnarleiðari. Eingin ivi var í, hvør tað var, sum stóð við endan, og løgmaður varð sagdur at standa við endan undir øllum umstøðum. Landsstýrið var framvegis kollegialt, tá ið Atli var løgmaður. Tað vil siga, at allir landsstýrismenninir høvdu ábyrgdina av øllum, sum landsstýrið samtykti og útinnti. Allir landsstýrismenninir sótu í Tinganesi, og løgmaður gjørdi nógv fyri at fremja samstarvið.
Eyðkent fyri Atla Dam var, at hann altíð sá møguleikan, hóast tað kundi tykjast at síggja svart út. Hann nýtti orðaløg sum, at tað nú var neyðugt at herja á aftur, og at tað var neyðugt at mýkja støðuna, og tað bar sum oftast langt.

Ongar parlamentariskar royndir
Atli Dam trein inn á politiska pallin í Føroyum 9. mars í 1970, tá ið hann var 37 ára gamalur. Tá var hann ikki alment kendur persónur í Føroyum. Hann hevði í Keypmannahavn lokið útbúgving sum verkfrøðingur, og hann hevði eitt skifti arbeitt í oljuvinnuni í Miðeystri, tá ið Javnaðarflokkurin sendi boð eftir honum at koma heima at taka við landsstýrissessi.
Hóast Atli Dam ongar parlamentariskar royndir hevði, tá ið hann kom til Føroya, so var politikkur honum avgjørt ikki ókunnugur. Atli var fyrst og fremst politiskt upplærdur heima við hús á Tvøroyri, har barnaheimið andaði og livdi í og fyri politikki. Pápin, Petur Mohr Dam, var fyrsti formaður í Javnaðarflokkinum, og eisini eftir at Atli var farin av landinum í lestrarørindum, hevði hann nógv samband við politiska umhvørvið. Bæði við politiska umhvørvið í Føroyum og eisini í Danmark. Í útisetatíðini var hann ofta at síggja á Christiansborg, og hann hevði tætt samband við nógvar danskar javnaðarmenn, sum hann m. a. hevði lært at kenna ígjøgnum politiska virksemið hjá pápanum, Peturi Mohr Dam, sum var fólkatingsmaður 1948-1957 og frá 1964 og inntil hann tók við sum løgmaður 12. januar í 1967. Tá var hann stutt frammanundan - 13. desember í 1966 - enn eina ferð valdur til fólkatingsmann.
Atli Dam duldi ongantíð, at politiska hugsjónin og politiska virksemið hjá pápanum, sum hann sá ógvuliga stórt í, hevði ógvuliga stórt árin á hugsjónina, sum hann arbeiddi fram ímóti. Orsøkin til at Atli Dam trein inn á føroyska politiska pallin hevði óbeinleiðis við pápan at gera. Tá ið Petur Mohr Dam doyði 8. november í 1968 - hann er tann einasti, sum er deyður, meðan hann hevur verið løgmaður - býtti Javnaðarflokkurin løgmansembætið um við tveir landsstýrissessir. Jacob Lindsenskov og Villi Sørensen komu í landsstýrið, sum Kristian Djurhuus nú var løgmaður fyri. Hetta var 19. november í 1968, men 1. januar í 1970 andaðist Villi Sørensen, og tá var tað, at boð vórðu send eftir Atla Dam.
Atli var landsstýrismaður í samferðslu- og fiskivinnumálum fram til eftir valið í 1970. Á løgtintsvalinum 8. november 1970 varð Atli uppstillaður á javnaðarlistanum í Suðuroyar valdømi ella á sama lista, sum pápi hansara hevði verið uppstillaður og valdur á øllum valunum 1928-1966. Suðuroyingar góvu Atla Dam dygga álitisváttan beinanvegin. Á valinum í 1970 fekk hann 542 persónligar atkvøður, og hann varð valdur aftur á øllum valunum fram til og við í 1988.

Skifti makkarar
Eftir valið í 1970 helt Atli Dam, sum skjótt gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum, fram í sonevndu heimastýrissamgonguni, sum Petur Mohr Dam hevði verið oddamaður fyri 1958-1962 og 1966-1968, og sum Atli Dam í 1970 hevði verið landsstýrismaður í.
Men eftir valið í 1974 skifti Atli Dam samgongufelagar. Hóast hann var ríkisfelagsmaður um ein háls, so vildi hann royna møguleikan at yvirtaka umsitingina av felagsmálum, soleiðis sum tað var latið upp fyri í grein níggju í heimastýrislógini. Samgongusamráðingarnar vóru drúgvar, men 11. januar í 1975 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Høvuðsarkitektarnir aftanfyri samstarvsavtaluna vóru Atli Dam, Jógvan Sundstein og Finnbogi Ísakson.
Talan var um breiðastu samgonguna, sum inntil tá hevði verið undir heimastýrisskipanini. Samstarvið slitnaði mitt í næsta valskeiðnum. Í tey seks árini vóru útbyggingarnar og broytingarnar av almenna sektorinum og høvuðsvinnuni ógvuliga stórar.
Postverkið varð yvirtikið, og fyrisitingin av heilsuverkinum, almennaverkinum og skúlaverkinum vórðu yvirtiknar. Ráfiskagrunnurin, sum upprunaliga var ætlaður sum stuðulsskipan til útróðurin, sum í 1975 var í kreppu orsaka av oljukreppuni, sá dagsins ljós, og sambært samtykt á havrættarstevnu hjá ST varð føroyska fiskimarkið 1. januar í 1977 flutt út á 200 fjórðingar.
Í januar 1974 samtykti Løgtingið, at Føroyar ikki skuldu taka av tilboðnum um at gerast limur í EEC, sum tað tá kallaðist. Eftir tað vóru nógv samráðingarumfør um fiskiveiðusáttmála og handilssamstarv. Eins og í samráðingunum um fiskimarkið, so var tað løgmaður, ið stóð á odda í føroysku samráðingarnevndini. Tá var tað, at Atli Dam fekk skoðsmál sum ógvuliga miðvísur og treiskur samráðingarleiðari.
Eftir fleiri val ljóðaði, at tað vóru samráðingar millum gomlu heimastýrisflokkarnar, men tað samstarvið kom ikki afturíaftur, meðan Atli Dam var formaður í Javnaðarflokkinum. Eftir valið í 1984 skipaði Atli Dam samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinumog Kristiliga Fólkaflokkinum.
Í seksti árunum varð farið undir útbygginar av føroyska valferðarsamfelagnum eftir norðurlendskum leisti. Í sjeyti og í áttati árunum vórðu stórar útbyggingar framdar á heilsuøkinum, almannaøkinum, skúlaøkinum og ikki minst á samferðsluøkinum. Havnir, vegir, tunnlar og brýr, og ferju til sigling innan- ot uttanlands og elektroniski infrastruktururin, sum vóru fyritreyt undir menning av vinnulívinum og lívskorunum hjá teimum einstøku og lokalsamfeløgunum, vórðu nógv útbygd í tíðini, tá ið Atli Dam var løgmaður.
Tað var í 1984-88 valskeiðnum, at stuðulsveitingarnar úr Danmark vórðu umlagdar til blokkstuðulsskipan, og tað var eisini í hesum skeiðnum, at Atlantic Airways varð sett á stovn.

Kanónvalið og fallið
Størstu álitisváttanina í politiska lívinum fekk Atli Dam á løgtingsvalinum 17. november í 1990. Tá vann Javnaðarflokkurin tíggju valdømisvaldar tingmenn. Møguleikar vóru fyri tvey flokka meiriluta landsstýri saman við Fólkaflokkinum, og Atli Dam nýtti møguleikan. Tá ið landsstýrið varð skipað í januar 1991, boðaði Atli Dam frá, at hann orsaka av heilsutrupulleikum fór at taka seg aftur sum løgmaður mitt í valskeiðnum. Hann helt orð. 18. januar 1993 tók Marita Petersen við sum løgmaður, og Atli Dam gjørdist tingmaður og dagligur leiðari í Realinum. Har hevði Atli Dam eisini verið leiðari 1981-85 og 1989-1990.
Ein av orsøkunum til at valið í 1990 var so framúr gott hjá Javnaðarflokkinum var, at Atli Dam eftir áheitanir undan fleiri valum, flutti uppstilling úr Suðuroyar valdømi og í Suðurstreymoyar valdømi, har hann við 1356 persónligum atkvøðum lyfti Javnaðarflokkinum til úrslit, sum flokkurin ongantíð frammanundan hevði fingið í høvuðsstaðnum.
Fýra ár seinni var uppstillingin hjá Atla Dam í Suðurstreymi orsøk til, at hann ikki varð afturvaldur, tá ið Javnaðarflokkurin misti helmingin av tingsessunum og bert fekk fimm tingmenn valdar. Tá varð lítil ivi mettur at vera um, at Atli hevði varðveitt løgtingssessin so leingi, sum hann sjálvur hevði havt hug til tað, um hann hevði havt verið uppstillaður í Suðuroyar valdømi og ikki í høvuðsstaðnum.

Uttanfyri landoddarnar
Atli Dam hevði í uppvøkstrinum fingið politikkin í blóðið. Hann fylgdi væl við í, hvussu politiska heimskortið myndaðist og broyttist, og ikki minst hevði hann stóran áhuga í donskum og norðurlendskum politikki.
12. desember í 1990 varð Atli Dam valdur í fólkatingið við 2.086 persónligum atkvøðum. Meðan hann var løgmaður í 1991 og 1992, var eykamaður í fólkatinginum, men í 1993 og fram til fólkatingsvalið 21. september í 1994 var hann aftur í fólkatinginum. Frá 1989 og fram til 1991 var Atli Dam limur í Norðurlandaráðnum.

Minnisvarðin
Umframt omanfyri nevndu arbeiðssetningar, sum Atli Dam var við til at røkka, og sum hann ofast var oddamaður fyri at avrika, er tað serliga ein varði, sum stendur eftir politiska starvið hjá honum. Tað er yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini. Hetta var drúgt arbeiði.
Farið varð undir fyrstu samráðingarnar við danir miðskeiðis í sjeyti árunum. Málið var rokkið 11. september 1992 ella dagin fyri 60 ára føðingardagin hjá Atla Dam, sum tá var løgmaður. Henda dagin boðaðu Poul Schlüter og hansara menn Atla Dam og landsstýrinum frá, at stjórnin hevði gjørt av, at Føroyar kundu yvirtaka ráevnini í undirgrundini treytaleyst.
Síðani tá hevur nógv verið tosað og skrivað um, hví danir vóru vornir so medgjørligir. Atli Dam undirstrikaði aftur og aftur, at gongdin í hesum málinum var skúladømi um, hvat kundi spyrjast burturúr, tá ið serfrøðin og politiski myndugleikin aftur og aftur løgdu aftur á aftur fyri at sannføra donsku myndugleikarnar um, at føroyingarnir høvdu bestu kortini á hondini.