Størsta løtan í svimjihøllini í dag var, tá Kári á Høvdanum úr Fuglafjarða Svimjifelag svam seg til gull í kappingini 50 m rygg. Við tíðini 26:25 sek tók hann gamla metið, 26:77 sek, ið hann sjálvur átti. Við mettíðini lýkur hann krøvini fyri at fáa eina gullnál, ið er fínasti heiður fyri ein svimjara. Gullnálin var persónliga málið hjá Kára á Høvdanum í kappingini, har hann higartil eisini hevur sett met á 200 m rygg.
Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag tvey føroysk met. Hann vann gull í 100 m firvald við tíðini 58:53 sek, og tók harvið sítt egna met, 58:83 sek. Eisini svam hann seg til gull í 100 m blandað við tíðini 1:00:43. Gamla metið, 1:00:80, átti Pál Joensen sjálvur. Í gjár setti hann nýtt, føroyskt met í 200 m blandað.
Malan Vitalis Bærentsen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til gull í 100 m bringu við tíðini 1:15:04. Hon átti sjálv gamla metið á hesum teini, 1:15:41. Í gjárkvøldi setti hon nýtt, føroyskt met í 50 m bringu.
Heiðursmerkjabýtið eftir fyrstu tveir dagarnar:
Suðuroyar Svimjifelag: 23 gull, 11 silvur, 7 bronsu
Fuglafjarðar Svimjifelag: 3 gull, 4 silvur, 10 bronsu
Havnar Svimjifelag: 1 gull, 9 silvur, 8 bronsu
Ægir: 1 silvur, 1 bronsu
Reki: 1 silvur
Úrslit og tíðir í øllum kappingum eru at finna her<a> Í morgin byrja innleiðandi kappingarnar kl. 0930 og finalurnar kl. 1530. Rás1 hjá Televarpinum, ið hevur sent allar finalurnar í FM 2008 beinleiðis, byrjar at senda kl. 1520.