Suðurkorea hevur ikki stórar vónir í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum í hesum døgum verður spælt í Egyptalandi. Orsøkin er, at suðurkoreanska liðið einans er mannað við universitetsnæmingum.
Tað er ikki blivið upplýst hví Suðurkorea ikki hevur sítt vanliga landslið við, men í fyrsta dystinum ímóti Slovenia í kvøld bleiv staðfest, at Suðurkorea kemur at fáa tað óvanliga trupult í hesum HM-endaspælinum.
Slovenia vann dystin heili 51-29, og tey tilsamans 80 málini eru jøvn við metið í einum HM-endaspæli. Hetta hendi nevniliga eisini í 2009, har Rumenia vann 42-38 á Russlandi í dystinum um 15. plássið í kappingini.
Metið fyri at hava skotið flest mál í einum dysti í einum HM-endaspæli eigur Ísland. Hetta settu teir í 2003, tá ið teir vunnu heilu 55-15 ímóti Avstralia.
Umframt Suðurkorea og Slovenia eru eisini Russland og Hvítarussland í bólki H í ársins HM-endaspæli.