Metnógvir tilburðir av klamydia í Føroyum

Talið á klamydiatilburðum í Føroyum er vaksið í stórum seinasta árið, og talið í fjør var metstórt.

Í 2004 vóru staðfestir 146 positivir vertir (prøvar) av klamydia í Føroyum, og var tað hægsta talið higartil. Men í 2008 vóru 201 positivir, eftir at talið annars var minkað nakað aftur í 2005-2007 við 110 positivum um árið. Støðan í ár higartil hevur verið óbroytt í mun til 2008 við 117 staðfestum tilburðum.

Tað sigur Landslæknin í einari fráboðan.

Sambært tølunum eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum verða smittaðar, men Landslæknin sigur, at orsøkin til hetta er allarhelst hon, at fleiri teirra verða kannaðar enn menn, eitt nú í sambandi við kanning áðrenn spiral, undirlívskanning og barnsburð.

Føroysku klamydiatølini eru heldur lægri enn í hinum norðurlondunum, men Landslæknin ger vart við, at tað eru lutfalsliga færri, ið lata seg kanna í Føroyum. Tað eru tí allarhelst fleiri í Føroyum lutfalsliga enn í hinum norðurlondum sum heild, ið ganga við sjúkuni (og við hesum tí eisini smitta onnur) uttan at vita av tí, skrivar Landslæknin í fráboðanini.