Metstór luttøka

Leygardagin varð dystast í FM í boccia. Hjá menningartarnaðum setti luttøkan hesa ferð met við ikki færri enn 42 luttakarum. Hesin bólkur spældi fyrst innleiðandi bólkaspæl, síðan fóru bólkarnir við rørslutarnaðum vaksnum og børnum undir sínar innleiðandi dystir.
Hjá rørslu- og menningartarnaðum var talan um einstaklingakapping. Eftir hesa fóru pensionistarnir undir sína kapping, ið varð skipað sum liðkapping.

Úrslitini vóru hesi

Menningartarnað
1Jan Lindberg
2Elvin Weihe
3Theodor Esmar Hansen

Rørslutarnað vaksin
1Jói Ziska
2Marius Johansen
3Jonhardt Brøðraberg

Børn:
1Junior Tomlinson
2Dánjal Jákup Djurhuus
3Heðin Midjord

Systkin spældu eisini eina kapping, og hesi vóru úrslitini:
1Johan Petersen
2Heðin Arni Johansen
3Hjørtur Emil Johansen

Pensionistar
1Havnin A
Tey vóru Jenny Danielsen, Karl Simonsen og Alma Poulsen
2Havnin B
Karin Johansen, Marita Thorsteinson og Jógvan Egholm
3Fløvi 3
Rosa Petersen, Jytta Eliasen og Petur Knudsen