Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, finst harðliga at forsætisráðharranum í Ungarn, Viktor Orbán, á vitjan í Ukraina á fýra ára degnum fyri at Russland herjaði landið.
Ungarn forðaði í gjár fyri at samtykkja ein 20. pakka við revsitiltøkum móti Russlandi og eitt lán frá ES uppá 90 milliardir evrur til Ukraina.
– Vit kunnu ikki lata framtíðina hjá Evropa verða dikteraða av Viktor Orbán. Hann er pro-russiskur og anti-evropeiskur í síni atferð, hugburði og gerðum, sigur forsætisráðharrin við DR.











