Síðstu 35 árini hevur danski javnaðarflokkurin ikki sitið meiri við stjórnarvaldið, enn borgarligu flokkarnir hava. Tað var annars ikki vanligt í tíðini eftir seinna veraldar bardaga, tá teir borgarligu bara høvdu stjórnarvaldið 1950-1953 og 1968-1971.
Tey fremmandu og innflytarapolitikkurin vera søgd at vera stóra orsøkin til, at javnaðarflokkurin aftur og aftur er komin illa fyri í valstríðnum.
Fyri stuttum legði formaðurin í danska javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, nýggjan útlendingapolitikk hjá javnaðarflokkinum fram. Nú er flokkurin nógv meiri avmáldur ímóti fremmandafólki, enn hann áður hevur verið.
Flokkarnir, sum plaga at taka undir við javnaðarflokkinum at fáa stjórnarvaldið, líka ikki snaringina hjá Mette Frederiksen og leiðsluni í javnaðarflokkinum, og teir hótta við, at tað ikki longur er so sjálvsagt, at teir stuðla javnaðarformanninum sum stjórnarleiðara, sum tað higartil hava verið.
Í dag er veljarakanning kunngjørd í Berlingske Tidende, og hon vísir, at undirtøkan fyri Mette Frederiksen og javnaðarflokkinum er vaksin nógv seinastu tíðina. Um tað var fólkatingsval nú, høvdu 29,2 prosent av veljarunum atkvøtt fyri javnaðarflokkinum. So stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani í 2011.
Í donskum miðlum verður mett, at orsøkin til, at undirtøkan nú er 3,1 prosent størri, enn hon var á valinum í 2015, hevur nakað við nýggja útlendingapolitikkin at gera.
Flokkarnir, sum plaga at vísa á formanninum í javnaðarflokkinum at vera forsætismálaráðharri, høvdu sambært kanningini fingið 93 umboð í fólkatingið, um tað var val nú.
Fólkatingsval verður í seinasta lagið 17. juni í 2019.
Kanningin hjá b.dk
Javnaðarflokkurin 29,2 – 26,1
Radikali Vinstri 5,0 – 5,1
Konservativu 4,4 – 4,2
Nýggju Borgarligu 1,7 – 1,9
SF 4,8 – 4,8
Liberal Alliance 4,7 – 4,8
KD 0,8 – 0,7
Dansk Folkeparti 17,2 – 18,5
Vinstri 19,4 – 18,5
Eindarlistin Ø 8,4 – 8,9
Alternativu 4,3 – 5,1