Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, er boðin við til ein virtuellan veðurlagstoppfund hjá amerikanska forsætisráðharranum, Joe Biden.
Tað sæst í einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum.
Tað vísir eisini, at millum annað kinesiski leiðarin, Xi Jinping, og russiski forsetin, Vladimir Putin, eisini hava fingið eina innbjóðing.
Tilsamans 40 leiðarar úr øllum heiminum eru bodnir. Joe Biden hevur bæði sent innbjóðingar til lond, sum ganga á odda í veðurlagsstríðnum, og til lond, sum gera minni fyri at stíðast ímóti veðurlagsbroytingunum.
Virtuelli veðurlagstoppfundurin verður 22. og 23 apríl og verður stroyndur beinleiðis til almenningin, upplýsa Hvítu Húsini.
Mette Frederiksen er ein av bara seks ES-leiðarum, sum er boðin við. Hinir eru úr Frankaríki, Italia, Póllandi, Spania og Týsklandi.
Harumframt er forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, og ES forsetin, Charles Michel eisini boðin við.
Norska forsætisráðfrúan, Erna Solberg, er somuleðis boðin við.
Leiðarar úr øllum 17 búskapum, sum eru við í Major Economies Forum of Energy and Climate Change (MEF), eru bodnir við. Tey hava tilsamans ábyrgdina fyri umleið 80 prosentum av heimsins útláti av CO2, skriva Hvítu Húsini.
Tað snýr seg um hesi: Australia, Brasilia, Kanada, ES, Frankaríki, India, Indonesia, Italia, Japan, Kina Mexico, Russland, Bretlandi, Suðurafrika, Suðurkorea, Týskland og USA.
USA kom í februar upp í aftur Parísavtaluna. Tað er ein umfatandi veðurlagsavtala, sum næstan 200 lond undirskrivaðu í 2015.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, tók USA úr avtaluni, tí hann helt, at hon fór at skaða amerikanska búskapin.
Joe Biden boðaði beinanvegin frá, tá hann tók við sum forseti, at USA fór upp í aftur avtaluna.
Málið í altjóða avtaluni er at avmarka alheims upphiting til eina hækking upp á undir tvey stig – gjarna 1,5 stig – samanborið við støðið fyri ídnaðarkollveltingina.
/ritzau/