Danmark hevur longu givið Ukraina loyvi til at brúka donsk F16 stríðsflogfør til álop í Russlandi. Men fleiri onnur lond ivast.
Nú heitir Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á tey sameindu hjá Ukraina um at loyva hesum. Ukraina skal sleppa at brúka vápnini, tey hava fingið, til langtíðarálop móti Russlandi.
Tað sigur hon í samrøðu við tíðindastovuna Bloomberg:
- Mítt uppskot er, at vit enda kjakið um reyðar linjur, sigur Mette Frederiksen við Bloomberg.
Hon heldur, at tey sameindu hjá Ukraina hava givið Russlandi "alt ov góð kort í hondina" við at avmarka nýtsluna av vápnum, sum Ukraina hevur fingið.
- Tað er longu farið um ta týdningarmesta reyðu strikuna. Og tað var tá russar fóru inn í Ukraina.
- So eg fari ikki at góðtaka hesa fortreyt. Og eg fari ongantíð at loyva nøkrum úr Russlandi at gera av, hvat er tað rætta at gera í NATO, í Evropa ella í Ukraina, sigur Mette Frederiksen við Bloomberg.
Fráboðanin kemur áðrenn forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, forsætisráðfrúan Mette Frederiksen og fleiri ríkis- og stjórnarleiðarum savnast hesa vikuna til aðalfundin hjá ST í New York.
Her fer Zelenskyj væntandi eisini at tosa við forsetan í USA, Joe Biden, um "sigursætlanina" hjá Zelenskyj. Tað skal vísa ein máta at enda kríggið.
Serliga hevur USA sett avmarkingar fyri, at Ukraina brúkar síni vápn til langtíðarálop. Hetta kemst av ótta fyri at verða drigin víðari inn í ósemju við Russland.
Men áheitanirnar um at avtaka avmarkingarnar eru vaksnar seinastu mánaðirnar.
Zelenskyj heldur, at tað er avgerandi fyri møguleikarnar at vinna kríggið, at Ukraina skal brúka millum annað amerikanskar rakettir til at raka hernaðarmál í Russlandi.
Ukraina hevur hertikið næstan 1000 ferkilometrar av russiskum øki í Kursk-økinum. Men Zelenskyj vil eisini leypa á loftstøðir og vápnagoymslur longri inni í Russlandi.
Sambært ukrainska forsetanum kann hetta vera við til at linka russisku álopini á millum annað orkuveitingina í Ukraina.
Samstundis hevur Ukraina sjálvt verið trýst av, at royndar herdeildir hava verið brúktar til at fremja álopið í Kursk-økinum.
Sambært Financial Times hevur tað latið upp fyri, at Russland kann taka fleiri býir við Pokrovsk og Myrnohrad í staðin. Teir virka báðir sum týðandi logistikkmiðstøðir hjá ukrainsku herdeildunum.
Spurningurin er nú, um Zelenskyj á fundunum hesa vikuna kann sannføra fleiri sameind um at loyvi álop inn í Russland.
/Ritzau/