Mette Frederiksen vil kjakast um aktiva deyðshjálp

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, viðurkennir, at tað er trupult at kjakast um aktiva deyðshjálp, men at tað er neyðugt at kjakast um nú

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, á Fólkafundinum í Allinge í dag. - Foto: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, vil hava kjak um aktiva deyðshjálp.

Tað segði hon í røðu síni, tá hon setti Fólkafundin í Allinge á Bornholm í dag.

– Eg veit, at tað er eitt trupult kjak. Og eg eri greið yvir, at Etiska Ráðið fleiri ferðir hevur tosað ímóti tí, sigur hon.

– Sjálv havi eg eina aðra hugsa, og tað haldi eg, at fleiri tykkara eisini hava.

– Eitt borgarauppskot er sett fram. Og so seint sum fyri kortum fekk eg ein hjartaskerandi teldupost frá eini kvinnu, sum hevði sagt einum familjulimi farvæl uttan ta virðing, sum tey vildu havt, sigur hon.

Í dag er aktiv deyðshjálp ólóglig í Danmark.

Eitt borgarauppskot um at gera tað lógligt fekk tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar í mai. Tí skal málið takast upp í Fólkatinginum.

Læknafelagið er tó ímóti aktivari deyðshjálp, og tey eru sera stúrin um tað, sum Mette Frederiksen sigur.

– Vit vilja fegin tryggja tí doyggjandi betri virðing ta síðstu tíðina. Men tað er neyðugt styrkja møguleikarnar fyri at geva linnandi viðgerð, ikki at syrgja fyri at sjúklingurin doyr, sigur Camilla Rathcke, forkvinna í Læknafelagnum.

Hon heldur, at royndir uttanlands vísa, at aktiv deyðshjálp skapar trupulleikar.

– Vit hava sæð eina slíka glíðibreytareffekt til dømis í Hollandi, har talið av dømum við aktivari deyðshjálp er hækkandi, og har tað eisini verður boðið bólkum, sum eldri, ið líða av demens, og børnum yvir 12 ár. Tað kunnu vit ikki góðtaka.

Í røðu síni í dag nevndi Mette Frederisken, at tey ið hava ráð kunnu fara til Sveis fyri at fáa aktiva deyðshjálp.

Men sambært henni skal tað ikki vera ein spurningur um at hava ráð.

– Tað snýr seg um virðing ta síðstu tíðina í lívinum, sigur Mette Frederisen.

Hon heldur, at tað er brúk fyri, at kjakið verður meira djúphugsið.

– Tað skulu sjálvandi ikki vera meiningakanningar, tað skulu heldur ikki vera serfrøðingar, sum gera av hetta málið. Tað má vera eitt kjak, sum vit hava saman. Í familjum okkara. Í vinarumhvørvi okkara. Sum menniskju og borgarar, sigur hon.

Mette Frederiksen leggur dent á, at hon sjálv hevur sitið í truplu støðuni, har hon skuldi sigi einum av sínum nærmastu farvæl.

– Míni ráð eru, at vit ikki gera niðurstøður – og slett ikki ov skjótt. Men samrøðuni hava vit tørv á, segði hon í røðuni.

Inger Støjberg, forkvinna í Danmarksdemokratunum, heilsar kjakinum vælkomið um aktiva deyðshjálp og sigur, at tað er fult av tvístøðum.

Hon er ikki avgjørd um sína støðu.

– Tvístøðan er sjálvandi, at um vit taka eldri fólk, kann eitt menniskja kenna seg trýst, og soleiðis kann tað eisini vera við sera sjúkum menniskjum, sigur hon.

– Tað kunnu eisini vera læknar, sum vilja hava trupulleikar við at fremja og hjálpa á tann hátt.

Tingbólkurin hjá Liberal Alliance verður fríttstillaður, so hvør kann hava sína egnu støðu til spurningin.

Tað sigur Alex Vanopslagh við Ritzau.

Sjálvur er hann fyri aktivari deyðshjálp.

– Tá tað kemur til etiskar spurningar, hevur hann stóra virðing fyri, at etisku spurningarnir skjótt gerast ógvuliga persónligir, sigur hann.

– Tað er upp til hvønn einstakan lim at finna út av, hvat hann heldur um hetta.

– Persónliga eri eg fyri, at vit í størri mun kunnu loyva aktivari deyðshjálp í Danmark, sigur hann.

Eisini stjórnarflokkurin Moderatarnir eru til reiðar til kjakið.

– Vit skulu tora at tosa nógv meira um truplar etiskar spurningar! – og í hesum samanhangi »ein virðiligan deyða«, skrivar Monika Rubin, politiskt framsøgufólk á Twitter.

/ritzau/

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, á Fólkafundinum í Allinge í dag. - Foto: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix