T er sambært Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark ein »overhængende risiko for«, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at leggja á onnur lond, um Ukraina tapir kríggið, sum byrjaði fyri einum ári síðani.
Tað sigur hon við fleiri miðlar á eini trygdarráðstevnu í München í Týsklandi, har ríkis- og stjórnarleiðarar eins og ráðharrar úr stórum pørtum av heiminum hittast í dag.
– Um Ukraina tapir, er vandi fyri, at alt Evropa og allur Vesturheiminum tapir. Eg eri ikki í iva. Eg trúgvi ikki, at Putin gevst við Ukraina. So hann ætlar sær víðari til næsta landið. Tað haldi eg, at stórur vandi er fyri, sigur hon.
Hon sigur víðari, at vandi er fyri, at fólkið troyttast av at hoyra um kríggið, sum Russlandi byrjaði 24. februar í 2022.
Væntandi fara Russar í eitt várálop ímóti Ukraina skjótt, so forsætisráðfrúan vónar, at borgarar í Danmark og Evropa halda fram við stuðlinum til ukrainar og hava teir í tonkunum.
– Eingin veit, nær kríggið endar. Eg haldi, at Putin vónar, at vit gerast troytt, at tað glíður niður á politisku dagsskránni, og at vit missa áhugan. Tað gera ukrainar ikki. Eg havi júst verið í landinum og sæð, so tað mugu vit onnur sjálvandi heldur ikki, sigur Mette Frederiksen.
Spurningurin um samráðingar um frið hava verið frammi fleiri ferðir. Men tað skal verða, tá tað passar ukrainum, heldur forsætisráðfrúan.
– Flestu kríggj enda við samráðing einaferð. Men tað er heilt avgerast at gera greitt, at tað er upp til Ukraina at gera av, nær tíðin er at seta seg við borðið, sigur Mette Frederiksen.
Á dagsskránni fyri trygdarráðstevnuna er eisini trygdarpolitiski luturin hjá Kina í heiminum, alheims avbjóðingar sum eitt nú matvørukreppa, veðurlag og tøkniøkið.
Men eitt, sum fyllir meira enn nakað annað, er kjakið um, hvørt Vesturheimurin skal senda stríðsflogfør til Ukraina. Óttast verður, at Russland sær tað sum eina øking av krígnum og reagera upp á tað.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, heldur tó, at tað er treytað av, hvussu flogførini verða útgjørd og hvørji vápn tey hava. Hann heldur, at tað verða latin stríðsflogfør til Ukraina einaferð.
Mette Frederiksen leggur dent á, at stjórnin enn ikki hevur tikið avgerð um tað.
– Vit hava ikki tikið støðu til stríðsflogfør í Danmark. Tað er so mangt, sum ukrainar tørva. Her og nú er tað stríðsvognar, artillerí og lóður. Og annars at ansa hermonnunum. Tað er kalt í Ukraina.
– Tað einasta, sum er rættiliga avgerandi, tað er, at ukrainar vinna kríggið. Tað gera teir ikki einsamallir. Tað krevur at vit onnur eru til staðar, men eisini stuðla. Og tað verður fara vit frá danskari síðu at halda fram við, sigur hon.
Hon vísir aftur, at Danmark og onnur lond vóru ov sein at lova stríðsvognar til Ukraina, sum leingi hevur biðið um tað.
Verjusamgongan Nato fer at økja um framleiðsluna av krígsútgerð og lóðuri, sum Ukraina tørvar.
Forsætisráðfrúan skjýtur upp, at tað verður gjørdar almenn og privat samstørv, sum vóru undir farsóttini, har tað varð samstarvað um at gera koppingarevni.
/ritzau/
Niðanfyri fleiri myndir frá trygdarráðstevnuni í München í dag:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##