Tjørnuvík: Tann besti veðrurin, tjørnuvíkingar fingu úr Stakkinum í ár, vá100 pund. Og tað er met, siga tjørnuvíkingar.
Leygardagin vóru tjørnuvíkingar í Stakkinum eftir veðrunum, teir hava havt gangandi har úti síðan einaferð í maj mánaða. Tríggir vóru teir, og teir royndust óføra væl. 74, 95 og 100 pund, vísti vektin, tá teir vóru flettir.
Teir góvu eisini væl av pengum í kassan hjá Stakkinum, sigur Dávur Emil Hansen, forðmaður i Stakksnevndini.
Dagurin var hildin sum eitt slag av stevnudegi í Tjørnuvík. Væl av fólki var komið til bygdar, tá seyðir og lundar úr Stakkinum vórðu seld á uppboðssølu klokkan fimm seinnapartin. Men áðrenn tað hevði verið ymiskt annað at upplivað í Tjørnuvík. Kular Røtur og tann navnframi Trølla Pætur høvdu vitjað, og tað varð sera væl umtókt í Tjørnuvík hendan dagin. Børnini hugnaðu sær óført.
Klokkan fimm varð so hildin uppboðssøla yvir tveir veðrar og nakað av lunda, sum goymt var til endamálið. Samlaða inntøkan av hesum var góðar 22.000,- krónur. Umframt varð tann triðji veðrurin lutaður burtur á lutaseðli. Tað gav 30.000,- krónur í kassan. So samanlagt gav tiltakið Stakkinum góðar 53.000,- krónur. Veðrarnir vórðu allir verðandi í Tjørnuvík. Tjørnuvíkingar keyptu teir báðar á uppboðssøluni, meðan ein tjørnuvíkingur vann tann, sum varð burturlutaður.
Peningurin, sum kom inn, fer allur til Stakkin, sigur Dávur Emil Hansen. Teir hava gjørt ymiskt við húsið í Stakkinum í summar, soleiðis at umstøðurnar hjá ferðafólki at koma út, vera betraðar. Og okkurt er eftir at gera, sum teir ætla at fáa frá hondini komandi ár, sigur hann.
Árið í ár skuldi annars verið sabbatár hjá Stakkinum, hvat seyði viðvíkur. Tað er soleiðis, at vanliga gongur seyður tvey ár í Stakkinum, og so er hann friðaður tað triðja. Men í ár varð avgjørt at seta tríggjar seyðir út í samband við aldrarskiftið, sigur Dávur Emil Hansen.
Teir plaga at sleppa seks óm og tveimum hornaseyðum út um heystið, sigur hann. Tey ganga so allan veturin. Lemba ærnar so um várið, verður tað so mikið meira at taka aftur um heystið. Vanliga eru tað avdeyðaær, teir sleppa út, meðan verðulombinbi plaga at vera sovorðin miðalgóð lomb.
Leygardagin vóru 39 fólk í Stakkinum eftir teimum trimum veðrunum. Farið varð klokkan átta á morgni, og beint eftir middag vóru tey aftur í Tjørnuvík.
Tá stakksfólkið var afturkomið, fingu tey øll lunda til døgurða í bygdarhúsinum.
Seinni leygarkvøldið varð skipað fyri Stakksdansi í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.