Mexico: 15 deyð í harðasta jarðskjálvta í 100 ár

Minst 15 fólk eru deyð í harðum jarðskjálvta í Mexico.

 

Ein jarðskjálvti upp á 8,1 á richterstiganum var í morgun uttan fyri Chiapas í syðra partinum av Mexico. Fyribils er boðað frá, at 15 fólk eru deyð, upplýsir forsetin í Mexico, Enrique Peña Nieto.

 

Talan er um sterkasta jarðskjálvta í yvir 100 ár.

 

Fleiri bygningar í syðra partinum av landinum eru skaddir. Ringast sær út til at vera í Juchitan í syðra statinum Oaxaca. Har eru partar av ráðhúsinum, eitt gistingarhús og ein barr farin í knús.

 

Enrique Peña Nieto hevur eftir fund við bjargingartænastuna upplýst, at 10 fólk eru deyði í Oaxaca, skrivar dpa.

 

Trý eru deyði í Chiapas, meðan tvey børn doyðu, tá ein múrur koppaði yvir tey í grannastatinum Tabasco.

 

Av tí at jarðskjálvtin hevur verið so sterkur er vandi fyri, at enn fleiri eru deyð.

 

Beint eftir jarðskjálvtan vóru ávaringar sendar út um vanda fyri tsunamialdum við mexikansku strondina og allan vegin suður til Ecuador í Suðuramerika.

 

Men fyribils er ikki talan um so stóran vanda, tá tað snýr seg um vandan fyri stórum aldum.

 

Aldur eru máldar ein metur hægri, enn vanligt. Tað sigur Tsunami-ávaringarstøðin við Kyrrahavið. Fyrr er ávarað um tríggjar metrar høgar aldur.

 

Jarðskjálvtin rakti á miðjari nátt í Mexico og grannalondum.

 

Skjálvtin var í 33 km dýpd uttan fyri kyrrahavsstrondina umleið 120 kilometrar í ein útsynning úr býnum Tres Picos í Chiapas. Tað upplýsir Geologiska tænastan í USA.

 

– Grundað á atkomuligar dátur, so kunnu breiðar og vandamiklar tsunamialdur væntast á nøkrum økjum fram við strondini, stóð í boðunum frá Tsunami-ávaringarstøðini í fyri Kyrrahavið.

 

Skjálvtin kundi eisini merkjast í høvuðsstaðnum Mexico City, sum er ein av heimsins størstu býum.

 

Har streymaðu fólk út á gøturnar í náttklæðum um midnáttarleitið, tá jarðskjálvtin var uttan fyri Chipas yvir 800 kilometrar úr høvuðsstaðnum.

  

– Eg havi ongantíð verið nakrastaðni, har jørðin hevur rørt seg so nógv. At byrja við flenti eg, men tá ljósini slóknaðu, visti eg ikki, hvat eg skuldi gera, sigur 31 ára gamli Luis Carlos Briceno.

 

Jarðskjálvtin var eitt sindur størri enn tann, sum rakti Mexico City í 1985. Her var almenna deyðstalið eitt sindur oman fyri 5.000 fólk. Men nógv hildu tá, at jarðskjálvtin kravdi nógv fleiri mannalív.

 

/ritzau/AFP