Jan Christiansen
Býráðslimur fyri fólkaflokkin
Ein og hvør býður, við viðring fyri sær sjálvum, roynir at hjúkla um hjarnina av býnum. Miðbýurin, har alt er sprottið út frá, setur sín dám á býarmyndina og er eitt savningarstað hjá fólki.
Soleiðis er eisini í Havn. Tað er niðri á Vaglinum, fólkið savnast tá eitthvørt hátíðarhald verður hildið. M.a. er Vaglið miðpunktið á Ólavsøku, Grækarismessu, Flaggdagin og til 1. mai dagshaldið.
Men er tað nokk? Kann ein miðbýur yvirliva við bert at vera karmur um hátíðarløtur?
Mítt svar er avgjørt nei! Um Miðbýurin framhaldandi skal verða staðið har fólk vitja, má miðbýurin hava nakað at bjóða allar 365 dagarnar um árið. Tað nyttar lítið at taka burtur eitt hús fyri og annað eftir, fyri at leggja ein grønan plett ella fyri at geva pláss fyri trimum bilum. Tá kemur kjarnar av býnum at minna um eitt tannleyst gebiss.
Umráðandi er, at borgarin tímur at koma í miðbýin, eisini tá tað regnar og tá kalt er. Okkurt má vera í hjartanum á býnum, ið dregur. Hjartað er hitamiðdepulin í kroppinum, og soleiðis eigur okkara miðbýur eisini at vera.
Har mugu vera handlar og tænastustøð. Har eigur at vera matstøð og caféir. Mentunarstøð og sjónleikur, osfr.
Fyri at geva rúmd fyri hesum, í miðbýnum, eigur eitt komandi býráð at gera eina miðbýar ætlan. Henda ætlan skal verða gjørd í tøttum samstarvi við tey, sum í dag húsast í miðbýnum. Nýggjar ásetingar eiga at verða gjørdar, so at framtíðarbyggin í miðbýnum er við til at fjálga um og er við til at geva býnum lív og hita. Ansast má eftir, at hugnin og vakurleikin í býnum verður varveittur.
Kommunan kundi byrja við at hampa og fríðka hjá sær sjálvum. Ikki kann sigast, at húsini á Glade Hjørn, ið kommunan eigur, er nakað prýði fyri býin.