Miðflokkurin vil fylkja fólk ímóti lógar­uppskotinum um samkynd

Miðflokkurin rópar nú varskó, tí tað hevur eydnast at fáa nøkur fá tingfólk at taka undir við teimum fyri samfelagið niðurbrótandi lógunum um verju av samkyndum. Tí kallar flokkurin til fundar á Sjómansheiminum í kvøld

TÍÐINDASKRIV
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana
Bill Justinussen

Í øldir hevur kristna trúgvin verið grundarstøðið, føroy­ska samfelagið trygt hevur hvílt á. Sjáldan hevur spurn­­artekin verið sett við hesi grundleggjandi virði, ið øll lóggáva og sam­felagsbygnaður annars eru grundað á. Júst hendan virð­ingin fyri og álitið á hin Almáttuga eigur æruna fyri tí menning og framgongd, sum hevur lyft føroyska sam­felagið upp millum tryggastu lond at liva í.
Seinastu tíðina hevur ein lítil minnilutabólkur roynt at ávirka samfelagið aðrar leiðir við at krevja serrættindi, sum avgerandi stríða ímóti orði Guðs. Men júst tí at samfelag okkara hvílir á trygga kristna grund, eru allir bólkar, eisini hesi fáu, væl vard av verandi lógum.
Harmiligt er, at tað hevur eydnast hesum fáu at fáa ting­fólk  um enn bert fá  at taka undir við hesum fyri samfelagið niðurbrótandi ætlanum. Hetta eigur at fáa øll, sum vilja landi og fólki væl, at reisast og standa saman um Guðgivnu samfelagsvirði okkara, sum annars lættliga kunnu fara fyri skeytið.
Miðflokkurin kallar tessvegna til fundar á Sjó­mans­heiminum í Havn mikukvøldið kl. 19.30, har dagsins politiska støða verður viðgjørd.